Eros

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Eros er sangur hjá Terji Rasmussen. Orð: Steintór Rasmussen & Terji Rasmussen.

Tekstur[rætta | rætta wikitekst]

Vilt tú ikki sita her eina løtu nú hjá mær

,: so eg kann kína og kyssa teg

og vera tær so nær. :,:


Nú býurin skjótt sova skal og myrkrið biður góða nátt

,: legg teg bara her so væl

fevn og kroyst mín kropp. :,:


Vit gloyma dagsins strev í morgin er aftur frídagur og Eros so loyndarfullur lær bara hann okkum sær.


Nú sólin sendur geislar inn í eina lítla lon so veik

,: har liggja tvey saman balla skinn

eftir ástarleik :,:


Um vit gloyma dagsins stríð geva hvørjum øðrum tíð kann Eros ikki halda frí tað leggur hann einki í.


Tú mást ei fara heim í kvøld verð nú her hjá mær, hjá mær

,: so eg kann merkja tín mjúka kropp

heilt nær at mær. :,: