Steintór Rasmussen
Steintór Rasmussen er føddur í Klaksvík í 1960 og útbúgvin lærari. Hann hevur yrkt, skrivað tónleik og íverksett frá ungum árum av.
Yrkisleið
[rætta | rætta wikitekst]Flestu føroyingar kenna hann helst sum ein av upphavsmonnunum til tónleikabólkin Frændur, har hann hevur skrivað eina røð av kendum sangum.
Hann hevur eisini í egnum navni, og við heitinum Millum Frændur og Kærleikans Vallaraheim givið út hópin av sangum, sum eru vornir fólkaogn.
Steintór hevur eisini gjørt týðingar ígjøgnum árini, m.a. eftir Bjørn Afzelius. Í 2003 leggur hann yrkingasavnið Føroyingar liva ikki av fiski eina eftir sær.
Sum íverkseti hevur Steintór eisini sett sjónligan dám á samfelagið og fleiri kenna hann sum stigtakara til eitt nú Summar Festivalin, sum byrjaði í 2004 og Studio Pegasus (1998-2008).
Í 2006 fekk Steintór barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býraðs fyri bóka- og fløgusavnið, Kular Røtur Gull. Umframt barnasangir hevur Steintór eisini skrivað krimigátur og søgur til børn og ung.
Seinastu árini er Steintór farin at skriva bókmentir.
Í 2015 gav hann út sjálvævusøguna Lívið er mítt Listaverk og árið eftir kom fyrsta krimiskaldsøga hansara Deyðin fer í bindiklubb út. Síðani er røðin voksin við Hevndin úr havsins dýpi, Horvna rósan og Seytjandi maðurin.
Steintór Rasmussen er giftur við Jóngerð Biskopstø. Saman eiga tey trý vaksin børn og tvey abba- og ommubørn.
Útgávur
[rætta | rætta wikitekst]Tónleikur
[rætta | rætta wikitekst]Saman við tær (LP og band, 1984)
Frændur 2 (LP og band, 1986)
Vísuvinir (Band, 1987)
80’ini (Fløga, 1988)
Millum Frændur (Fløga, 1989)
Tey dansa eins og skuggar (1990)
Mítt land (Fløga, 1992)
Svart Gull (Savn, 1995)
Kærleikans Vallaraheim (Fløga, 1998)
Kular Røtur (Fløga og filmur, 1999)
Kular Røtur, túsund smíl (Fløga, 2000)
Trølla Pætur og Kular Røtur (Fløga, 2000)
Sangur til frælsi – Afzelius (Fløga, 2000)
Hon er omma mín (Filmur, 2000)
Frændur: Eg vil liva (Fløgusavn, 2003)
Kular Røtur gull (Fløga, 2005)
Frændur V (Fløga, 2009)
Frískar kular røtur (Fløga, 2010)
Her er gott at danska (Dansifløgu, 2011)
Valla foldum á (Fløga, 2011)
Tað er jól (video, 2012)
Kular Røtur: Vov Vov (Fløga, 2012)
Bókmentir
[rætta | rætta wikitekst]Ungdómur (bóklingur, 1984)
Mín gløggi vinur (krimigátur, 2001)
Føroyingar liva ikki av fiski eina (Yrkingasavn, 2003)
Kular Røtur gull (sangbók, 2005)
Svarti Deyði (Krimi stuttsøga, 2006)
Søgur til Mín jólabók (2008-2016)
Lívið er mítt listaverk (Sjálvævisøga, 2015)
Deyðin fer í bindiklubb (krimiskaldsøga, 2016)
Hevndin úr havsins dýpi (krimiskaldsøga, 2017)
Horvna rósan (krimiskaldsøga, 2017)
Seytjandi maðurin (krimiskaldsøga, 2018)
Heiðurslønir
[rætta | rætta wikitekst]Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býraðs (2006)
Mentanarheiður frá Klaksvíkar Kommunu (2017)
Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Frits Johannesen: Steintór Ramussen og sangskrínið, nordlysid.fo, 22.02.2019
- "Steintór Rasmussen - Sangtekstir". 24. aug. 2013. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 24. aug. 2013. http://archive.today/te5rr.
- ""Hon er omma mín", faroeartstamps.fo". 24. juni 2006. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 22. aug. 2013. http://archive.today/dVEqD.