Anker Eli Petersen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Anker Eli Petersen
Sævarmaður, 1998, 55x60cm, Føroya Læraraskúli.

Anker Eli Petersen, føddur tann 7. juni 1959 á Tvøroyri, er ein føroyskur grafikari, myndprýðari og yrkjari. Hann varð føddur á Tvøroyri, men flutti seinni til Havnar at búgva, og býr nú á Sjællandi. Hann er sjálvlærdur listamaður. Hann er serfrøðingur í kollasju og teldugrafikk. Fyrimyndir hansara eru William Heinesen, ið eisini var pappírsklipp listamaður og Elinborg Lützen.

Anker Eli lærdi seg fornnorrønt, meðan hann gekk í skúla, í verkum hansara eru ein mongd av motivum úr norrønu gudalæruni. Hann hevur starvast sum netvørður og hevur týtt nógvar tekstir úr føroyskum til danskt og enskt og hevur eisini skrivað greinir um føroysk viðurskifti. Hann hevur eisini skrivað sangir, teir kendastu munnu vera barnsangurin Á ferð til dreymaland[1] og Ljóðsmynd. Síðstnevndi varð valdur til Ársing føroyski sangur í 20. øld. Terji Rasmussen gjørdi lagi, sangurin er við á útgávuni Terji og Føstufressar, ið var útgivin í 1990. Hann hevur eisini myndprýtt fleiri bøkur[2] og tónleikaútgávur.[3] Anker Eli hevur gjørt grafiskt arbeiði fyri tað danska orkestrið Othala, sum sást í albummi teirra "Når alting er glemt", ið varð útgivið á heysti 2007.

Útvaldar ser- og bólkaframsýningar[rætta | rætta wikitekst]

M.a. í Norðurlandahúsinum. Smiðjuni í Lítluvík. Foreningen Norden í Hørsholn, Birkerød og Allerød. Foreningen Norden í Gøteborg. Det Finske Kulturinstitut, Keypmannahavn. Føroyahúsið í Keypmannahavn. Vestnorrænt menningarsetur, Hafnarfjörður. Udstilling Nordlys, Horsens. L. Tandrup støtteprojekt, Horsens. Ymsar framsýningar fyri Postverk Føroya.[4]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "- Terji Rasmussen:Ferð Til Dreymaland". http://lyrics.wikia.com/Terji_Rasmussen:Fer%C3%B0_Til_Dreymaland. Heintað 2015-02-21. 
  2. "blf.fo - Anker Eli Petersen". http://www.bfl.fo/Myndlistaf%C3%B3lk-v%C3%ADsing.aspx?ID=1011&GROUPID=GROUP468. Heintað 2015-02-21. 
  3. kvf.fo - Anker Eli, Døgg, og Siri Sørensen á Mentanarkafé
  4. "mynd.fo - Anker Eli Petersen, 1959". http://mynd.fo/pages/fo/listafolk/anker-eli-petersen/anker_cv.php. Heintað 2015-02-21. 


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið