Elinborg Lützen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Elinborg, Janus Kamban, 1937

Elinborg Lützen (f. 26. juli 1919 í Klaksvík; d. 22. november 1995 í Tórshavn) var ein føroyskur grafikari. Í frásøgnum hennara verður náttúran livandi, søgurnar eru um gandaðar heimar á havsins botni og um ævintýrkend klettaríki, tær eru um trøll, huldufólk og skrímsl. Í linoleumsskurðunum fann hon sín serstaka frásøguhátt, og hon dugdi at síggja allar teir nógvu møguleikarnar, sum fjala seg í tí svarta og hvíta.

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið