Saman við tær
Saman við tær (1984) er fyrsta LP-plátan hjá tónleika bólkinum Frændur.
Upptøka: MZ ljóðteknikk, Tórshavn
Plátan er innspæld í jan/feb 1984
Plátuhúsi: Anker Eli Petersen
Útgevari: Framtíð Føroya
Løg
[rætta | rætta wikitekst]- Hundurin brúni (orð & lag: Steintór Rasmussen).
- Sangur til frælsi (orð & lag: Rodriquez - týtt til svenskt: Afzelius - týtt úr svenskum Steintór Rasmussen).
- Ráðaleysi yrkjarin (orð: Steintór Rasmussen, lag: Torberg Johannesen).
- Minnist tú gildið (orð & lag: Steintór Rasmussen).
- Brennivínsvinir (orð & lag: Steintór Rasmussen).
- Kærleiki (orð & lag: Steintór Rasmussen).
- Kuffert (orð & lag: Steintór Rasmussen).
- (Upprunaliga:) Baby Reagan (lag: Paul Simon, orð: Steintór Rasmussen).
- Lívsmynd (orð & lag: Steintór Rasmussen).
- Hví situr tú so (orð & lag: Steintór Rasmussen).
- Saman við tær (orð & lag: Steintór Rasmussen).
Viðmerking
[rætta | rætta wikitekst]Baby Reagan var við á upprunaligu LP'ini. Í sanginum verður táverandi amerikanski forsetin Ronald Reagan hartaður fyri politikkin USA førdi í Miðamerika um hetta mundið. Steintór Rasmussen hevði brúkt lagið The Boxer hjá Paul Simon til hendan tekstin. Útgevaraforlagið hjá Paul Simon sýtti fyri at geva Frændum loyvi at útgeva sangin, hóast teir høvdu broytt melodi-linjuna nakað fyri at camouflera upprunan. - Orsaka av hesum sama banni, varð Baby Reagan tikin av plátuni, tá ið hon var endurprentað á fløgu. Útvarp Føroya og aðrar útvarpsrásir sleppa heldur ikki at spæla sangin.