Jump to content

Baby Reagan

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Baby Reagan er ein sangur, sum var við á upprunaligu LP'ini hjá Frændur, Saman við tær. Í sanginum verður táverandi amerikanski forsetin, Ronald Reagan, hartaður fyri politikkin, USA førdi í Miðamerika um hetta mundið. Steintór Rasmussen hevði brúkt lagið The Boxer hjá Paul Simon til hendan tekstin. Útgevaraforlagið hjá Paul Simon sýtti fyri at geva Frændum loyvi at útgeva sangin, hóast teir høvdu broytt melodi-linjuna nakað fyri at camouflera upprunan. - Orsaka av hesum sama banni, varð Baby Reagan tikin av plátuni, tá ið hon var endurprentað á fløgu. Útvarp Føroya sleppur heldur ikki at spæla sangin.


Um sangin á Frændur-útgávuni Saman við tær

[rætta | rætta wikitekst]