Brandur Enni

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Brandur Enni
Brandur Enni A Musician from the Faroe Islands.jpg
Mynd av Brandur Enni, 2009.
Føddur 15. apríl 1989
Tvøroyri Flag of the Faroe Islands
Yrki Sangari, sangskrivari, tónleikari

Brandur Helgason Enni er føddur á Tvøroyri 15. apríl 1989. Hann er virkin tónleikari av Tvøroyri, sangari og sangskrivari. Hann gjørdist av fyrstan tíð kendur sum partur av væl umtóktu barnafløgunum við Kulum Rótum. 12 ára gamal útgáv hann í 2002 sína debutfløgu, "Waiting in the Moonlight", ið seldi fleiri enn 5.000 eintøk. Síðan 2005 hevur Brandur javnan vitjað í Svøríki, har hann hevur arbeitt saman við lagsmiðunum hjá tónlistaforlagið Air Chrysalis Scandinavia. Samstarvið við Air Chrysalis endaði við, at Brandur varð upptikin á tónleikaskúlan Musikmakarna í Örnsköldsvik í Svøríki. Seinnu árini hevur Brandur lagt seg alt meira eftir at skriva egnar sangir og framføra teir á konsertum og festivalum. Hann hevur havt framførslur á eitt nú Summar Festivalinum, [1] á G! Festivalinum,[2], á Jóansøkufestivalinum.[3], á Ó-Festivalinum. Tróndur Enni sum eisini er tónleikari og sangari er beiggi Brandur. Teir framføra ofta saman á konsertum í Føroyum. Ein av teimum royndu føroysku poppkomponistunum hevur kallað Brand tann mest lovandi unga popptónasmiðjin í føroyskum tónleiki.

Lívsleið[rætta | rætta wikitekst]

Brandur byrjaði sína tónlistarligu lívsleið á ungum aldri, tá hann gjørdist barnastjørna í Føroyum og øðrum londum við bert 12 ára gamal, tá hann útgav sína fyrstu fløvu "Waiting in the Moonlight”.

Brandur Enni gjørdist barnastjørna í Føroyum og Íslandi, og sum síðani hevur ment seg til sangskrivara og tónleikara á altjóða stigi. Brandur byrjaði at syngja longu sum tvey ára gamal, gav sína fyrstu plátu út tá hann var 12 ár og gjørdist straks eitt húsarhaldsnavn bæði í Føroyum og Íslandi. Upprunaliga var ungi maðurin av Tvøroyri bert ein av fleiri sangarum á Kular Røtur-fløgunum, men eyðsýndu sanggávurnar og smittandi sjarman gjørdu Brandur til eitt upplagt evni til eina barnastjörnu – eitt sera væl umtókt fyribrigdi í Norðurlondum um aldarskiftið. Í 2002 varð 13 ára gamli Brandur av Tvøroyri vorðin heimskendur í Føroyum við skríggjandi gentum í hólunum og 5000 seldum eintøkum av debutfløguni "Waiting in the Moonlight". Síðani tá hevur hann verið við á fleiri fløgum – bæði í Føroyum og í Svøríki. Brandur er av Tvøroyri og kemur frá einari familju, har fleiri av teimum spæla tónleik. Beiggi Brand, Tróndur Enni, sum eisini er millum kendu føroysku tónleikararnar, plagdi at taka Brand við sær til venjingar í rokkbólkinum hjá honum, tá Brandur var umleið trý ár. Her plagdi Brandur at sovna hóast larmin. Seinni byrjaði áhugin fyri popptónleiki tó at vaksa, og Brandur fór at læra seg at syngja eins væl sum tær fyrimyndirnar, hann hevði fingið uttan úr heimi. Fyrsta fløgan, "Waiting in The Moonlight", kom út í 2002, og síðani hetta hevur Brandur verið á eini langari ferð. Hann var einans 13 ára gamal, tá fyrsta fløgan kom út, og av somu orsøk var rødd hansara ei heldur liðugt ment.

Sum bara 17 ára gamal flutti Brandur til Svøríki, har hann gekk á einum lítlum sangskrivaraskúla í Norðursvøríki, til hann var 19 árá gamal. Eftir hetta flutti hann til Stockholm, har hann hevði fingið sáttmála í lag við eitt stórt plátufelag. Brandur hevur í 2008 verið við í Eurovision-kappingini í Svøríki, men vann tó ikki. Hann hevur eisini sungið ein sang í sambandi við premieruna av ungdómsfilminum High School Musical 3. Brandur sang duet við svensku sangarinnuni Molly Sandén, sangurin eitur "Just här, just nu". Sangurin hevur ofta verið at hoyra í sjónvarpsrásini Disney Channel. Í 2010 varð hann heiðraður sum besti sangari á Planet Awards. Brandur hevur eisini verið ein av trúføstu gestunum á Summarfestivalinum. Brandur hevur ferðast nógv við tónleiki, hann hevur havt framførslur uttanlands, og eitt skifti búleikaðist hann í Svøríki, áðrenn hann kom heim aftur til Føroya at búgva í 2012. Áðrenn Brandur Enni flutti aftur til Føroya, fekst hann nógv við tónleik í Svøríki, har hann gekk á tónleikaskúla. Hann sang m.a. lagið "Lullaby" í innleiðandi sangkappingini "Melodifestivalen" í Svøríki í 2008. Síðani hevur hann t.d. luttikið í svenska Grand Prix'num, samstarvað við eini røð av svenskum singer-songwriters og verið á konsertferðum m.a. við Evropeiska Melodi Grand Prix vinnaranum í 2009, Alexander Rybak. Hóast ungu árini, hevur Brandur Enni drúgvar royndir á norðurlendskum tónleikapallum. Umframt sína framúr góðu rödd, spælir Brandur akustiskan gittar, klaver, trompet og horn.

Egnar fløguútgávur[rætta | rætta wikitekst]

Útgávur við fleiri sangarum[rætta | rætta wikitekst]

  • Christmas Album, fleiri sangarar, 2007
  • Dýrd, fleiri sangarar, 2005
  • Kular Røtur, barnafløga, 2000
  • Mánadags Mortan, børn syngja, 1999 [4][5]

High School Musical 3 sangurin "Right here right now"[rætta | rætta wikitekst]

Í 2008 sang Brandur duett við Molly Sandén sangin úr Disney filminum High School Musical 3: Senior Year, sum varð umsettur til svenskt.[6] Tey bæði sungu sangin á svenskum, svenska heitið er "Just här, just nu".[1]

Svenska sangkappingin Melodifestivalen 2008[rætta | rætta wikitekst]

Í 2008 sang Brandur Enni sangin Lullaby í innleiðandi sangkappingini "Melodifestivalen" í Svøríki. Vinnarin kom víðari til "Eurovision Song Contest". Brandur gjørdist nummar 5 og kom ikki víðari til finaluna sum var í Beograd í Serbia. Tað gjørdist Charlotte Perrelli, sum kom at umboða Svøríki til Eurovision sang kappingina.[7]

Planet Awards 2009 - Besti sangari[rætta | rætta wikitekst]

Á hvørjum ári beint áðrenn nýggjár, letur Miðlahúsið (Sosialurin, Portalurin og Rás 2) virðislønir fyri at heiðra føroyskum tónleiki og føroyskum tónleikarum. Tær sonevndu Planet Awards verða latnar til hesar kategoriir:

  • Besti føroyski bólkur ella einstaklingur
  • Besta útgáva
  • Besta songkvinna
  • Besti sangari
  • Besti nýggi bólkur
  • Besta lagið

Harumframt verður latið "Planet Herðaklapp".

Brandur Enni vann Planet virðisløn í bólkinum "Besti Sangari" í Planet Awards 2009. Í alt 6 virðislønir vóru latnar umframt eitt herðaklapp. [8] Brandur var eisini tilnevndur sum "Besti sangari" til Planet Awards 2010, tó uttan at vinna.[9]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Summarfestivalur.fo
  2. Gfestival.fo
  3. Portal.fo
  4. Rateyourmusic.com
  5. Brandur.com
  6. Wikipedia grein um Molly Sanden
  7. Melodifestivalen á svensku Wikipedia
  8. Planet.portal.fo
  9. Planet.portal.fo, Planet Awards: Tey tilnevndu eru..

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]