Páll Finnur Páll

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Páll Finnur Páll er ein føroyskur tónleikabólkur, sum varð stovnaður í 1999 í Hoydølum.

Søgan[rætta | rætta wikitekst]

Tónleikabólkurin Páll Finnur Páll byrjaði í 1999 tá teir tríggir Páll Oddur Rubeksen, Finnur Koba og Páll G. Hammer byrjaðu at spæla saman í Studentaskúlanum í Hoydølum. Í 2001 kom Høgni Fagraberg við í bólkin sum bassleikari, og í 2002 komu Høgni Reistrup og Ísak Sambleben við sum avíkavist cello og violin spælarar.

Á sumri í 2002 byrjaðu innspælingarnar til fyrstu fløguna hjá Páll Finnur Páll, sum kom út á vári 2003. Fløgan kallaðist Bermenn og hevði eina blanding av kærleikssangum og meira skemtiligum fúlum sangum. Sangurin Forelskaður sjónleikari bleiv stóra útvarpshittið frá hesari fløguni, og verður enn mettur sum ein tann besti føroyski kærleikssangurin, ið er gjørdur.

Í 2004 fór bólkurin undir innspælingarnar til aðru fløguna Førist. Hendan fløgan hevði ein harðari stíl enn fyrra fløgan við fleiri rokk sangum. Fløgan bleiv upptikin í Studio Skýrák har Jón McBirnie framleiddi fløguna saman við Páll Finnur Páll. Førist kom út á sumri 2005 og nakrir av kendastu sangunum frá hesari fløguni eru Herbergið og Fari mín egna veg.

Í 2007 útkom triðja fløgan Fram á hermótið. Á hesari fløguni vóru millum annað sangirnir Mín Russiski Vinur og Havsins ríki.

Í 2009 útkom fløgan Du ved, at gjørt er gjørt, ið var ein fløguboks við teimum trimum fyrr útgivnu fløgunum og einari live fløgu, sum var upptikin á Ólavsøkukonsertini í 2009. Henda fløguboks var ein av mest seldu í føroyum í 00unum, og serliga live fløgan setti gongd á eitt satt Páll Finnur Páll flipp, sum gjørdi bólkin til ein nógv eftirspurdan livebólk.

11/11 í 2011 kl. 11.11 gav bólkurin fjóru studiofløguna út við navninum Kom við mær.

Páll Finnur Páll vann í 2005 virðisløn til tiltakið Atlantic Music Event fyri sangin Forelskaður Sjónleikari, sum vann fyri at verða mest spældi sangur í Útvarpi Føroya í 2004 og 2005.

Á Planet Awards í 2009 blivu Páll Finnur Páll heiðraðir fyri at verða ársins tónleikabólkur í Føroyum.

Limir í bólkinum[rætta | rætta wikitekst]

  • Páll Oddur Rubeksen sang og gittar
  • Finnur Koba sang og gittar
  • Páll G. Hammer tangentar
  • Høgni Fagraberg gittar
  • Ísak Sambleben bass
  • Halgir W. Arge trummur

Fløguútgávur[rætta | rætta wikitekst]

Heiður[rætta | rætta wikitekst]

  • 2005 - Páll Finnur Pál vann eina heiðursløn á Atlantic Music Event fyri sangin Forelskaður Sjónleikari, sum vann fyri at verða mest spældi sangur í Útvarpi Føroya í 2004 og 2005.
  • 2009 - Páll Finnur Páll vann føroysku tónleika heiðurslønina Planet Awards í bólkinum Besti føroyski bólkur ella einstaklingur.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]