Lena Anderssen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Lena Anderssen
Bakgrundskunning
Føðinavn Lena Anderssen
Uppruni Tórshavn, Føroyar
Sjangrur Popp
Størv Sangari og sangskrivari
Ljóðføri Sangur, Guitar
Ár virkin 1996—nú
Plátufeløg Independent, ArtPeople
Heimasíða Official Website

Lena Anderssen (fødd 26. september 1974 i Tórshavn) er ein føroysk-kanadisk songkvinna.

Lena hevur valt at útliva dreymin um eitt lív sum yrkistónleikari. Saman við manninum Niclas Johannesen hevur hon síðani seinnu helvt av nítiárunum roynt seg bæði uttanlands og í Føroyum. Í 2005 hava tey satsað miðvíst upp á danska marknaðin. Har hava tey spælt nógvar konsertir, givið út fløgu Can't Erase It, luttikið í nógvum útvarpsendingum, fingið fleiri frálík ummæli og hava verið á konsertferð saman við amerikonsku songkvinnuni Beth Hart.

Lagið Step On The Gas, av nýggju endurljóðblandaðu útgávuni av fløguni Can’t Erase It, hevur verið nógv at hoyrt í útvarpinum í Danmark. Í løtuni (juni 2006) byrjar Can’t Erase It at verða spælt í donskum útvarpi.

Lena er nógv ment sum songkvinna, tekstskrivari og tónasmiður. Hennara inniliga rødd nemur við hjartað hjá mongum, tá hon syngur sínar søgur.

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

  • Long Distance (1998)
  • Can't Erase It (2005)
  • Let Your Scars Dance (2008)
  • Letters From The Faroes (2011)[1]

Heiður[rætta | rætta wikitekst]

  • 2017 - Vann FMA virðisløn í popp/rokk bólkinum - Ársins songkvinna.[2]
  • 2017 - Vann FMA virðisløn í popp/rokk bólkinum - Ársins útgáva.
  • Planet Awards 2011 - Ársins songkvinna[3]
  • Planet Awards 2011 - Ársins einstaklingur
  • Planet Awards 2011 - Ársins útgáva
  • Planet Awards 2008 - Ársins songkvinna
  • Planet Awards 2007 - Besta útgáva: Let Your Scars Dance

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Planet.fo, Lena Anderssen bjóðar øllum á Býarbókasavnið í dag". http://planet.fo/grein/lena_anderssen_bjodar_ollum_a_byarbkasavni_i_dag. Heintað 2012-02-09. 
  2. Egholm, Sverri (11. mars 2017). "Yvirlit: Hesi vunnu FMA 2017". Portal.fo. http://portal.fo/yvirlit+hesi+vunnu+fma+2017.html. Heintað 12. marts 2017. 
  3. Lena, Lena og aftur Lena![deyð leinkja]

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið