Jens Marni Hansen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Jens Marni á Jóansøkufestivalinum 2009

Jens Marni Hansen er føddur 18. desember 1974 og býr í Kollafirði. Jens Marni er føroyskur rock sangari og tónleikari. Hann hevur verið virkin í føroyska tónleikalívinum síðan hann var heilt ungur. Jens Marni hevur m.a. spælt við tónleikabólkunum Kjølar, All That Rain, Showmenn og Faktor 4.

Lívsleið innan tónleik[rætta | rætta wikitekst]

Hitaði upp fyri Bon Jovi í 2013[rætta | rætta wikitekst]

Hin 6. juni 2013 hitaði Jens Marni upp fyri kenda tónleikaran Bon Jovi í Parkini í Keypmannahavn. Jens Marni vann eina kapping um at sleppa at hita upp fyri Bon Jovi. Ekstra Bladet sum í samstarvi við Bon Jovi, fyriskipararnar Live Nation og útvarpsstøðina FM100 útskrivaði hesa kappingina, 60 tónleikabólkar sendu inn tilfar,[1] og Jens Marni vann kappingina.[2]

Planet Awards - Besti sangari 2010 og 2008[rætta | rætta wikitekst]

Jens Marni vann heiðurin Besti sangari í føroysku tónleikakappingini "Planet Awards 2010".[3] Hetta var tó ikki fyrstu ferð, at Jens Marni vann henda heiðurin. Jens Marni var eisini kosin "Besti sangari" í Planet Awards 2008.[4]

Dansk Melodi Grand Prix 2010[rætta | rætta wikitekst]

Jens Marni var ein av 10 bólkum ella einstaklingum, sum luttóku í Dansk Melodi Grand Prix 2010, hann luttók við rock sanginum "Gloria" sum Svend Gudiksen, Johannes Jørgensen og Noah Halby hava skrivað og gjørt lag til. Fýra bólkar komu víðari í finaluna, sum var avgjørd sama kvøld, men Jens Marni var ikki millum tey fýra. Vinnarin gjørdust duo'in Chanée og N'evergreen við sanginum "In a Moment Like This". Jens Marni segði seinni við Sosialin, at hann fekk at vita frá DR aftaná at vinnarin varð funnin, at síggjararnir hjá DR, sum atkvøddu við at senda sms umvegis fartelefonina høvdu valt hann sum nummar eitt, men at dómararnir ikki hildu hansara sang verða tann besta.[5] Chief 1 sum var ein av dómarunum hevði tó atkvøtt fyri Jens Marna sum nummar eitt. Atkvøðugreiðslan gekk soleiðis fyri seg, at atkvøðurnar hjá dómarunum taldi 50% og atkvøðurnar hjá hyggjarunum taldu 50%.

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

Egnar fløguútgávur[rætta | rætta wikitekst]

  • Anywhere you wanna go, 2013[6]
  • The Right Way, CD, 2008

Útgávur saman við øðrum[rætta | rætta wikitekst]

Bólkurin All That Rain[rætta | rætta wikitekst]

  • All That Rain varð stovnað í desember 1999 av Jens Tummas Næss, Henning Nicodemussen og Jens Marna Hansen. Allir tríggir vóru limir í bólkinum Kjølar áðrenn.
  • Í Januar 2001 vann All That Rain innleiðandi umfarið av Prix Føroyum 2001 í Ítróttarhøllini í Klaksvík.
  • Í Apríl 2001 gjørdist All That Rain nr. 2 í finaluni av Prix Føroyum 2001, í Norðurlandahúsinum. Vinnari gjørdist Clickhaze úr Gøtu.
  • Í juni 2001 útgav All That Rain sína fyrstu útgávu "The Naked Truth". Sama dag kom onnur útgáva út "Prix Føroyar 2001", har All That Rain eisini er á, við lagnum Happy When You're gone, ið var tikið upp "live" til Prix Føroyar 2001 finaluna.
  • Í August 2001 fór Jens Marni Hansen úr All That Rain, og spælt varð fyri síðstu ferð saman við Jens Marna í Ítróttarhøllini í Klaksvík.
  • Í September 2001 kom Hans Ravnsfjall við í All That Rain, sum avloysari fyri Jens Marna.
  • Í Januar 2003 kom Pól Arni Holm, fyrrverandi forsangari í bólkinum Týr, við í All That Rain sum forsangari. Pól Arni Holm varð við í All That Rain til mai 2004.

Keldulisti[rætta | rætta wikitekst]

  1. Aktuelt.fo
  2. Ekstrabladet.dk
  3. Planet.porta.fo, Planet Awards: Jens Marni syngur best.
  4. Portal.fo, Jens Marni syngur best.
  5. Planet.portal.fo
  6. Planet.fo Útgávukonsertir við Jens Marna

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]