The Dreams

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
The Dreams á Ó-konsertini 2011 í Havn.

The Dreams er ein føroyskur popp-, rokk- og punktónleikabólkur.

Søgan[rætta | rætta wikitekst]

Bólkurin varð stovnaður í 2004, men longu í 2003, áðrenn The Dreams var til, vóru Hans Edvard Andreasen og Heini Mortensen limir í einum øðrum punk bólki, sum nevndist Zink. Umframt teir báðar vóru tveir aðrir limir í bólkinum: Heðin Egholm Skov og Edmund í Garði. Heðin fór úr bólkinum í 2004 og í staðin bleiv Eirikur Gilstón Corfitz Andersen limur í bólkinum. Bólkurin Zink gav út fløguna "Totally Love Songs". Seinni í 2004 fór Edmund í Garði úr bólkinum. Hinir tríggir: Hans Edward Andreasen, Heini Mortensen og Eirikur Gilstón Corfitz Andersen avgjørdu at halda fram við bólkinum og broyttu navnið til The Dreams.

Í 2004 vóru teir so hepnir at vera útvaldir fram um fleiri túsund aðrar bólkar til at framføra í tónleikasending og kapping hjá sjónvarpsrásini MTV Europe, sum nevndist A Cut. The Dreams gjørdist nummar trý. Í 2005-06 flutt teir tríggir niður til Keypmannahavnar hvør í sínum lagi. Har hildu teir fram við bólkinum The Dreams. Í 2006 góvu teir út fløguna "Tazy", sum var ein endurnýggjan av føroyskum klassikarum. Ein av mest spældu og kendu sangum av tí fløguni var "Sasasa" sum Georg Eystan Á áður hevði sungið.

Í november og desember 2006 luttók The Dreams í altjóða tónleika kappingini Global Battle of the Bands. Teir gjørdist nummar trý í kappingini. Tað var her at bólkurin møtti teirra framtíðar framleiðara, tí ein av dómarunum var nevniliga danin Lars Pedersen, betri kendur sum Chief One. Í 2007 kom lítlibeiggi Eirik, Corfitz, við í bólkin. Í 2008 luttók The Dreams í donsku tónleika kappingini "Dansk Melodi Grand Prix" við sanginum La' mig være. Teir gjørdust nummar fýra.[1] Sama mánað góvu teir út fyrstu donsku fløgu teirra "Den nye By". The Dreams hevur givið út fleiri fløgur í Danmark, har teir sungu á donskum, bæði einkultar fløgur (single) og fløgur (CD). Í 2010 góvu teir eina fløgu út á enskum. Teir hava verið á tónleikaferð í Týsklandi, har teir eisini góvu út stakfløguna Under the Sun. Í desember 2010 vann The Dreams føroyska tónleikaheiðurslønina Planet Awards 2010 í bólkinum Ársins bólkur.[2]

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

Fløguútgávur í Føroyum og Danmark:

Limir í bólkinum[rætta | rætta wikitekst]

  • Hans Edward Andreasen
  • Eirikur Gilstón Corfitz Andersen
  • Heini Gilstón Corfitz Andersen
  • Heini Mortensen

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. DR.dk
  2. Planet.fo, The Dreams eru bestir[deyð leinkja]

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]