Hamferð

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Hamferð í 2014

Hamferð er føroyskur doom metal-tónleikabólkur, sum varð stovnaður í 2008 av guitaristinum John Egholm. Tann fyrsta framførslan hjá bólkinum var til GBOB kappingina í 2008, har bólkurin spældi seg í finaluna. Aftaná GBOB var bólkurin óvirkin í eina tíð, burtursæð frá at manningin broyttist eitt sindur. Guitaristurin Theodor Kapnas og ljómborðsleikarin Esmar Joensen komu upp í bólkin, sum longu innihelt guitaristin John Egholm, sangaran Jón Hansen, bassistin Tinna Tótudóttir og trummuleikaran Remi Johannesen.[1] Bólkurin hevur fleiri ferðir spælt á føroyskum tónleikafestivalum og størri konsertum, t.d. á G! Festivalinum, Summarfestivalinum og Ólavsøkukonsertini. Í 2011 vóru teir á konsertferð í Evropa. Í mars 2012 vunnu teir kappingina her í Føroyum um at gerast tann tónleikabólkurin, ið slapp at kappast um at vinna ársins Wacken Metal Battle á Wacken Open Air festivalinum. Teir endaðu við at vinna kappingina í Wacken í Týsklandi. 28 tónleikabólkar spældu í finaluni, Hamferð vann.[2]

Limir í bólkinum[rætta | rætta wikitekst]

Fyrrverandi limir[rætta | rætta wikitekst]

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

  • 2010 - Vilst er síðsta fet[3]
  • 2013 - Evst[4]
  • 2018 - Támsins likam[5]

Heiður[rætta | rætta wikitekst]

Fyrst í 2010 vann Hamferð tónleikakappingina Sement, sum gav teimum heitið "Føroya besti nýggi bólkur 2010". Í desembur 2010 vann Hamferð heitið sum besti nýggi bólkur í Føroyum á Planet Awards 2010. Í 2012 vann bólkurin tónleikakappingina "Wacken Metal Battle Føroyar 2012", sum gav teimum finalupláss á týskum tungmálms tónleikafestivali.

  • 2010 - Vinnari av Sement (Føroysk tónleikakapping)
  • 2010 - Kosin um "Besti nýggi bólkur" á Planet Awards 2010
  • 2012 - Vinnari av Wacken Metal Battle Føroyar 2012[6]
  • 2012 - Hamferð vann Wacken Metal Battle tónleikakappingina í Týsklandi á Wacken Open Air festivalinum í august 2012.
  • 2012 - Kosin sum Ársins tónleikabólkur á Planet Awards 2012[7]
  • 2015 - Tilnevndur Tónleikavirðisløn norðurlandaráðsins.[8]
  • 2016 - Vann eina FMA-virðisløn fyri Ársins videolag.
  • 2018 - Vann eina FMA-virðisløn fyri Ársins sang við sanginum Frosthvarv.[9]

Konsertferð í Evropa[rætta | rætta wikitekst]

Hamferð var í november 2011 á konsertferð gjøgnum Evropa. Talan var um ein part av sokallaðu Dead Tyrants konsertferðini við heimskendu bólkunum Týr og Moonsorrow(FI) umframt minni kenda Crimfall(FI). Konsertferðin fevndi um 14 konsertir yvir 16 dagar, og leiðin gekk ígjøgnum Týskland, Belgia, Frakland, Sveis, Spania, Italia og Slovenia.[10]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Tonleikur.fo, Hamferð". http://www.tonleikur.fo/profile_hamferd.html. Heintað 2011-07-21. 
  2. Wacken.com[deyð leinkja] Hamferð from the Faroe Islands win the Metal Battle 2012!
  3. Roddin.fo[deyð leinkja]
  4. Metalstorm.net
  5. metal-archives.com
  6. "Planet.fo, Hamferð sigraði á Wacken Metal Battle Føroyar 2012". http://planet.fo/grein/hamferd_sigrai_a_wacken_metal_battle_foroyar_2012. Heintað 2012-03-28. 
  7. Planet.fo Archived 2013-01-01 at the Wayback Machine Hamferð er ársins bólkur
  8. Portal.fo - Hamferð tilnevndir virðisløn Norðurlandaráðsins
  9. Egholm, Sverri (10. mars 2018). "Yvirlit: Hesi vunnu FMA-virðisløn". Portal.fo. http://portal.fo/yvirlit+hesi+vunnu+fmavirdislon.html. Heintað 12. mars 2018. 
  10. Vagaportal.fo[deyð leinkja]

Útvortis ávísingar[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið