Wacken Metal Battle Føroyar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Wacken Battle Føroyar er ein tungmálms- (heavy metal-) tónleikakapping, sum hevur verið hildin í Føroyum síðan 2012.[1] Vinnarin av kappingini sleppur at framføra á Wacken Open Air í Týsklandi og at luttaka í Wacken Metal Battle, sum er samstundis. Í 2012 vann føroyski bólkurin Hamferð fyrst føroysku kappingina, Wacken Metal Battle Føroyar, og síðan vunnu teir eisini sjálva kappingina í Týsklandi Wacken Metal Battle, sum er ein kapping, ið fer fram meðan W:O:A er. Í 2013 verður tað føroyski bólkurin SIC, ið sleppur at framføra á W:O:A, tí hann vann Wacken Metal Battle Føroyar 2013.

Wacken Metal Battle Føroyar 2013[rætta | rætta wikitekst]

Wacken Metal Battle Føroyar 2013 varð hildið í Sjónleikarhúsinum í Havn í tveir dagar, 15. og 16. mars.[2] SIC vann kappingina og skal spæla í Wacken í august 2013. Heljareyga framførdi á tiltakinum í Føroyum.

Orkestur í 2013[rætta | rætta wikitekst]

Dómarar 2013[rætta | rætta wikitekst]

  • Þorsteinn Kolbeinsson, Ísland
  • Kasper Molin, Danmark
  • Teemu Suominen, Finnland
  • Terji Skibenæs, Føroyar

Wacken Metal Battle Føroyar 2012[rætta | rætta wikitekst]

Hamferð vann Wacken Metal Battle Føroyar í mars 2012. Seinni sama árið, í august 2012, vunnu teir eisini kappingina í Týsklandi, sum varð hildin á Wacken Open Air festivalinum.

Orkestur í 2012[rætta | rætta wikitekst]

  • Konqueror
  • The Happening
  • Synarchy
  • Hamferð
  • The Apocryphal Order
  • Earth Divide
  • Incurse

Dómarar 2012[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Tutl.com
  2. "Metal-battle.com". http://www.metal-battle.com/news/news/news-ansicht/article/metal-battle-faroe-islands-2013-is-ready-to-take-off/. Heintað 2013-06-05. 
  3. [www.facebook.com/earth.divide Earth Divide á Facebook]
  4. [www.facebook.com/reducedtoashband Reduced To Ash á Facebook]
  5. [www.facebook.com/TidalCrush TidalCrush á Facebook]
  6. [www.facebook.com/konquerormusic Konqueror á Facebook]
  7. [www.facebook.com/pages/The-Happening/ 303392679681897 The Happening á Facebook]
  8. [www.facebook.com/synarchy Synarchy á Facebook]
  9. [www.facebook.com/Asyllex Asyllex á Facebook]
  10. [www.facebook.com/SICofficial SIC á Facebook]
  11. "Allmetalfest.com". http://www.allmetalfest.com/wacken-metal-battle-foroyar-2012-report/. Heintað 2013-06-05.