Eivør Pálsdóttir

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Eivør Pálsdóttir
er eitt menniskja
Fødd(ur) 21. jul 1983 í/á Syðrugøta
Starv sangari, tónaskald, singer-songwriter, rithøvundur, recording artist
Heimasíða http://www.eivor.com
Dátuheiti
ISNI 0000000371910290
VIAF 72145970059632250793
LCAuth n2015069936
IMDB nm1944197
Commons Eivør Pálsdóttir

Eivør Pálsdóttir (fødd 21. juli 1983 í Syðrugøtu) er ein føroysk songkvinna. Hon var ársins føroyingur 2004. Hon vann "Ársins Songrødd" og saman við Clickhaze vann hon Prix Føroyar. Eitt skifti búði hon í Íslandi, har hon fekk plátusáttmála við 12 Tónar í Íslandi. Hon er ein tann kendasta av føroyskum tónleikarum og framførir ymsa staðni í Evropa. Hon hevur ofta fingið sera góð viðmæli. Hennara fyrsta fløga saman við plátufelagnum 12 Tónum í Íslandi nevnist "Krákan" og kom út í 2003. Eitt tað kendasta lagið er ivaleyst "Nú brennur tú í mær". Fyrsta fløgan hjá Eivør kom út í 2000. 18. februar 2010 skrivaði Eivør sáttmála vid Copenhagen Records. Eivør hevur fleiri ferðir vunnið føroysku tónleikaheiðurslønina Planet Awards. Í 2012 vann hon 3 Planet Awards: ársins songkvinna, ársins einstaklingur og fløga hennara Room varð kosin ársins útgáva.[1] Í 2012 varð Eivør tilnevnd til Tónleikavirðisløn norðurlandaráðsins[2]

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

Umframt[rætta | rætta wikitekst]

  • 1999 - Prix '99 v/ Clickhaze. skering 4.
  • 2000 - Kenna tit Rasmus skering 4.
  • 2000 - Vælskapt brek skering 11.
  • 2000 - Barnabíblia - sangir og telduspøl skering 9.
  • 2001 - Prix Føroyar 2001 v/ Clickhaze. skeringar 1 & 10.
  • 2002 - Eg siti so eina skering 3.
  • 2002 - Livandi tónleikur v/ Clickhaze. skering 7.
  • 2002 - Lossingarmenn.
  • 2002 - Ung um aldamótið II CD1/skering 8.
  • 2004 - Mura skering 11.

Heiður[rætta | rætta wikitekst]

  • 2004 Ársins føroingur
  • Planet Awards 2009 - Ársins songkvinna.
  • 2006 - Ársins dandki Folk Vokalistur
  • Planet Awards 2012 - Ársins songkvinna
  • Planet Awards 2012 - Ársins einstaklingur
  • Planet Awards 2012 - Ársins útgáva Room
  • 2013 Tilnevnd til Tónleikavirðisløn norðurlandaráðsins[3]
  • 2013 - Virðisløn frá DJBFA (Danske Jazz, Beat og Folkemusik Autorer), fekk 25.000 kr. og eina lítla standmynd (statuettu)[4]
  • 2014 - Vann FMA virðisløn í opna bólkinum - Ársins lag, fyri sangin Lurta nú
  • 2014 - Vann FMA virðisløn í opna bólkinum - Ársins fløga, fyri Lítla Skrímsl
  • 2015 - Vann FMA virðisløn fyri Ársins sjónbandalag fyri Rain, ið Eivør syngur. Heiðrik á Heygum hevur leikstjórnað.
  • 2017 - Vann FMA virðisløn í opna bólkinum - Ársins sangari/einleikari[5]
  • 2017 - Vann FMA virðisløn í opna bólkinum - Ársins útgáva/konsert

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Planet.fo Archived 2013-01-01 at the Wayback Machine Eivør er eisini ársins einstaklingur
  2. Aktuelt.fo Archived 2013-10-03 at the Wayback Machine Eivør instillað til Tónleikavirðisløn Norðurlandarásins
  3. Aktuelt.fo Archived 2013-10-03 at the Wayback Machine Eivør instillað til Tónleikavirðisløn Norðurlandarásins
  4. In.fo, Eivør fingið DJBFA heiðursløn[deyð leinkja]
  5. Egholm, Sverri (11. mars 2017). "Yvirlit: Hesi vunnu FMA 2017". Portal.fo. http://portal.fo/yvirlit+hesi+vunnu+fma+2017.html. Heintað 12. marts 2017. 

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið