Mikael Blak
Mikael Blak (føddur 1979) er ein føroyskur tónleikari, tónaskald og tónleikaframleiðari. Hann spælir á fleiri ymisk ljóðføri eitt nú bass og kontrabass. Hann er basspælari í punk-bólkinum 200. Harumframt hevur hann spælt bass við eitt nú Eivør Pálsdóttir.[1] Hann var ein av tónleikarunum, sum spældu til Summartónar 2012.[2] Mikael er sonur kenda tónleikaran og tónasmiðin Kristian Blak. Teir báðir eru, saman við øðrum, limir í klassiska tónleikabólkinum Yggdrasil, Kristian er leiðari og spælir klaver, og Mikael spælir bass.[3] Mikael hevur framleitt fløguna Á fold eru túsund gudar hjá Hanus G. Johansen,[4] fløgan kom út í november 2012.
Komponerað tónleik til virðisløntir filmar
[rætta | rætta wikitekst]Mikael Blak hevur komponerað løg til stuttfilmarnir Summarnátt og Vetrarmorgun hjá Sakaris Stórá. Summarnátt vann tann allarfyrsta Geytan, ið er ein føroysk filmsheiðursløn. Tey fýra løgini sum mynda soundtrackið í Summarnátt hava hesi heiti: ”Byrjan”, "Dýrdarfall”, ”Summardáar” og ”Summarnátt”.[5] Stuttfilmurin Vetrarmorgun vann eina virðisløn á einum av heimsins størtstu filmsfestivalum, á Berlinaluni 2014. Filmurin vann í bólkinum The Special Prize of the Generation 14plus International Jury.[6]
Útgávur
[rætta | rætta wikitekst]Við 200
[rætta | rætta wikitekst]- 2001 - Tveyhundrad Prosent, TUTL. Mikael spælir bass, keybords, guitar, Synthesizer [Moog]. Mikael, Uni Árting og Niels Arge Galán hava skrivað sangirnir.[7]
- 2005 Viva la Republica
- 2006 Graceland
- 2008 200 Decibel
- 2009 Stokkhólmssyndromið
- 2012 VENDETTA!
Spælir ymisk ljóðføri
[rætta | rætta wikitekst]- Eivør, 2000, TUTL (kontrabass)[8]
- Teitur – The Singer, 2008, Playground Music Scandinavia (bass)
- Clickhaze – EP, Tutl, 2002. Mikael spælir her: Acoustic Bass, Organ [Hammond], Synthesizer [Moog].
- Kristian Blak & Yggdrasil (8) – Risastova, Tutl, 2006. Mikael spælir bass.[9]
- Tobias Fröberg – Somewhere In The City, FireEgg Recordings , 2006. Bass.[10]
Filmstónleikur
[rætta | rætta wikitekst]- 2013 - Gjørdi fleiri løg til stuttfilmin Vetrarmorgun, sum vann virðisløn á Berlinaluni 2014.
- 2012 - Gjørdi fýra løg til stuttfilmin Summarnátt, sum vann fyrstu føroysku filmsvirðislønina Geytan.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ [1]
- ↑ Listinblogg.blogspot.dk, Summartónar 2012
- ↑ Kristianblak.com
- ↑ Birkblog.blogspot.dk Heilag løta við Hanusi og túsund gudum
- ↑ Knuthabergeysturstein.blogspot.dk
- ↑ Berlinale.de, PRESS RELEASES 2014
- ↑ Discogs.com
- ↑ discogs.com
- ↑ discogs.com
- ↑ Discogs.com