Geytin
Geytin er ein føroysk filmsvirðisløn, sum Nils Halm, stjóri í Norðurlandahúsinum, byrjaði. Fyrsta tiltak var 11. desember í 2012. Filmsvirðislønin hevur verið sjónligasta tiltak at varpa ljós á føroyska filmsgerð. Øll fimm árini, frá 2012 til 2016, var Geyta-tiltakið hildið 11. desember. Í 2017 var einki Geyta-tiltak, tí tað varð flutt til 24. februar í 2018. Í 2018 vóru upphæddirnar á báðum virðislønum hækkaðar, soleiðis at Geytin, ið fyrr var 25.000, nú er 30.000 krónur, og Áskoðaravirðislønin, ið fyrr var 15.000 krónur, nú er 25.000 krónur.
Navnið Geytin
[rætta | rætta wikitekst]Virðislønin er uppkallað eftir Herálvi Geyti (ella eftir Geytanum, sum hann vanliga var nevndur), ið ferðaðist kring oyggjarnar í Føroyum í 1960-árunum og 1970-árunum, og vísti film, har sum eingin biografur var. [1] Geytin var kollfirðingur, føddur í 1914 og deyður í 1985.[2]
Tvær virðislønir
[rætta | rætta wikitekst]Geyta-virðislønin varð fyrstu ferð handað 11. desember 2012 á hátíðarløtu í Norðurlandahúsinum, har allir tilnevndir filmar vóru vístir.[3] Skopuningurin Sakaris Stórá vann fyrstu Geyta-virðislønina fyri filmin Summarnátt, meðan Annika á Lofti vann áskoðaravirðislønina fyri filmin Mist.[4] Talan er um eina høvuðsvirðisløn og eina áskoðaravirðisløn. Tann, sum vinnur høvuðsvirðislønina, fær pr. 2018 handað 30.000 krónur, ið ein fyritøka letur, í 2018 var tað BankNordik, ið læt hana, áður hevur Tryggingarfelagið Føroyar latið hana, og harumframt fær vinnarin eisini eina standmynd, sum Astrid Andreassen og Dávur Geyti hava gjørt, og sum Norðurlandahúsið letur. Tað er ein dómsnevnd við Birgir Kruse úr Filmsfelagnum sum formanni, ið velur vinnaran, ið fær Geyta-virðislønina. Áskoðarnir, sum eru til Geyta-kvøldið í Norðurlandahúsinum, atkvøða fyri tí filminum, ið teimum dáma best, og vinnarin fær áskoðaravirðislønina, ið er á 25.000 krónur. Tað plagar at vera Tórshavnar kommuna, ið letur áskoðaravirðislønina, men í 2020 var tað Runavíkar kommuna, ið læt stuðul til Áskoðaravirðislønina. Frá 2012 til 2016 var Áskoðaravirðislønin á 15.000 krónur. Tórshavnar kommuna er eins og Norðurlandahúsið altíð umboða í Geyta-dómsnevndini.
Vinnarar
[rætta | rætta wikitekst]Vinnarar av Geytanum
[rætta | rætta wikitekst]- 2012 - Summarnátt, leikstjóri: Sakaris Stórá
- 2013 - Terminal, leikstjóri: Dávur Djurhuus[5]
- 2014 - Skuld, leikstjóri: Heiðrikur á Heygum[6]
- 2015 - Stina Karina, leikstjóri: Andrias Høgenni[7]
- 2016 - Et knæk, leikstjóri: Andrias Høgenni[8]
- 2018 - 111 góðir dagar, leikstjóri: Trygvi Danielsen
- 2019 - Ikki illa meint, leikstjóri: Andrias Høgenni[9]
- 2020 - Hví eru vit her?, leikstjórar: Búi Dam & Dánjal á Neystabø[10]
- 2021 - Handanland, leikstjóri: Barbara Lervig
- 2022 - Sálarkvøl, leikstjóri: Eir í Ólavsstovu
Vinnarar av Áskoðaravirðislønini
[rætta | rætta wikitekst]- 2012 - Mist, leikstjóri: Annika á Lofti
- 2013 - Munch, leikstjóri: Jónfinn Stenberg
- 2014 - Skuld, leikstjóri: Heiðrikur á Heygum
- 2015 - Tunnan, leikstjórar: Jónfinn Stenberg og Jóannes Lamhauge
- 2016 - Et knæk, leikstjóri: Andrias Høgenni
- 2018 - Maðurin við Blæuni, leikstjóri: Maria Tórgarð
- 2019 - Omman, leikstjóri: Julia í Kálvalíð
- 2020 - Trøllabeiggi, leikstjóri: Gudmund Helmsdal[11]
- 2021 - Handanland, leikstjóri: Barbara Lervig
- 2022 - Sálarkvøl, leikstjóri: Eir í Ólavsstovu
Tilnevndir filmar
[rætta | rætta wikitekst]Tilnevndir filmar 2021
[rætta | rætta wikitekst]- Perlan – Terji Mohr
- Skúla Scam - 5. Partur - Tóki Jansson
- Móðir / KATA - Heiðrik á Heygum
- Spillarin - Dina Fríða Poulsen
- Handanland - Barbara Lervig
- Karlo and Luddi - Rói Davidsen
- Storymusic - Kristian Troldborg Sønderby / Franklin Symphor Henriksen
- Kavakríggj - Leann á Kósini
- Kall – Nóllywood
Tilnevndir filmar 2020
[rætta | rætta wikitekst]Filmarnir eru frá 2019, 20 filmar vóru sendir inn til kappingina um Geytan, harav vóru 8 filmar valdir út.[12]
- Við fyrsta eygnabrá - Esther á Fjallinum - (11:30 min.)
- Verkir (partur 1 av 3) - Theresa Jákupsdóttir & Karina Jákupsdóttir - (23:29 min.)
- Hví eru vit her? - Búi Dam & Dánjal á Neystabø - (22:00 min.)
- Ósøgd orð - Ung frá Nóllywood 2019 - (9:49 min.)
- Trøllabeiggi - Gudmund Helmsdal - (30:00 min.)
- The River - Atli Brix Kamban 2019 - (3:31 min.)
- Smoothie Baby - Ung frá Nóllywood 2019, animatiónsfilmur - (1:40 min.)
- Vit/Kenslur - Ung frá Nóllywood 2019, dokumentarur - (13:53 min.)
Vertur var Finnur Koba. Filmurin Pápar mugu ikki forskrekkjast eftir Jónfinn Stenberg var eisini vístur. Filmurin vann stuttfilmskappingina hjá Klippfisk í 2019.
Tilnevndir filmar 2019
[rætta | rætta wikitekst]- 12. Leikstjórar: Hanna Davidsen og Mikkjal Davidsen.
- Góðastova. Leikstjóri: Maria Guldbrandsø Tórgarð
- Omman. Leikstjóri: Julia í Kálvalíð
- Ikki illa meint. Leikstjóri: Andrias Høgenni
- Julians Stigi. Leikstjóri: Atli Brix Kamban
- Annika. Leikstjóri: Heiðrik á Heygum
- Tyggigummi. Leikstjóri: Gudmund Helmsdal
- Et visit. Leikstjóri: Sára Wang
Tilnevndir filmar 2018
[rætta | rætta wikitekst]- Myndamálarin - Gudmund Helmsdal[13]
- 111 góðir dagar - Trygvi Danielsen
- Skóhorn(y) - Sóley Danielsen og Gudmund Helmsdal
- Fisherman - Franklin Henriksen
- Frosthvarv - Franklin Henriksen
- Maðurin við Blæuni - Maria Tórgarð
- Collision Course - Rói Davidsen
- Sorte Hunde - Atli Brix Kamban
- Wünder Pitsa - Hanus Johannessen
Tilnevndir filmar 2016
[rætta | rætta wikitekst]- Óttafet - Nóllywood[14]
- Nattens Stjerner - Atli Brix Kamban
- Frávik - Maria G. Tórgarð
- Bittersweet - Rói Davidsen
- Marra - Hans Kristian Eyðunsson Hansen og Torfinnur Jákupsson
- Ramblers - Hanus Johannessen
- Et knæk - Andrias Høgenni
Tilnevndir filmar 2015
[rætta | rætta wikitekst]21 filmar vóru sendir inn til kappingina um virðislønirnar Geytin og Áskoðaravirðislønin. Av hesum 21 filmunum valdi dómsnevndin 10 filmar, ið vóru sýndir á filmskvøldi í Norðurlandahúsinum 11. desember 2015.
- Alda - Franklin Henriksen og Rúna Ingunardóttir, spælifilmur, 7:15 min
- At liva við tí - Ása Pálsdóttir og Rebekka Eliasen, heimildarfilmur, 10:17 min
- Birting - Leo Lávík, spælifilmur, 10:14 min)
- Mítt navn er Adam - Rói Davidsen, 3D animatiónsfilmur, 5:30 min
- Gakk tú tryggur - Dávur Djurhuus, spælifilmur, 4:00 min
- Tunnan - Jónfinn Stenberg og Jóannes Lamhauge, spælifilmur, 28:00 min
- Slitið saman - Sára Wang og Maria Winther Olsen, spælifilmur, 8:00 min
- Boys - Sunniva Sundby og Julia í Kálvalíð, heimildarfilmur, 6:45 min
- Stina Karina - Andrias Høgenni, spælifilmur, 10:00 min
- Dalur - Heiðrikur á Heygum, spælifilmur, 30:00 min
Tilnevndir filmar 2014
[rætta | rætta wikitekst]- Risin og Kellingin, stop motion filmur, Helga Djurhuus 4:23
- Det mand ikke taler om, hybrid-heimildarfilmur, Andrias Høgenni 25:00
- Just another day, heimildarfilmur, Petra Eliasardóttir Mikkelsen, 5:51
- Sum einglar vit falla, stuttfilmur, Maria Winther Olsen, 28:00
- Autopilot, animatiónsfilmur, Rói Davidsen, 6:00
- Gongdin, stuttfilmur, ung á Nollywood, 5:46
- Kom og dansa, tragikomedia, Andrias Høgenni, 14:00
- Fall for Ewe, skaldsligur heimildarfilmur, Høgni Mohr & Jens Jákup Hansen, 2:29
- Podróżnik, stuttfilmur, Franklin Henriksen, 4:48
- Skuld, art horror, Heiðrikur á Heygum, 30:00
Tilnevndir filmar 2013
[rætta | rætta wikitekst]- Tú, sjónbandalag - Jóannes Lamhauge[15]
- Terminal, stuttfilmur - Dávur Djurhuus
- Eina, stuttfilmur - Andrias Høgenni
- True Love, stuttfilmur - Heiðrik á Heygum
- Vetrarmorgun, stuttfilmur - Sakaris Stórá
- Munsch, stuttfilmur - Jónfinn Stenberg
- Byrta, tónleikavangamynd - Uni L. Hansen
- Lítla Ljósið, animatiónsfilmur - Hans Kristian E. Hansen
Eisini varð filmurin Big Places, dokumentarfilmur hjá Thomas Koba, vístur, men var tó ikki við í kappingini um virðislønirnar.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Invest.fo, Young film maker wins Faroese film award
- ↑ birkblog.blogspot.com - Geytin 2015
- ↑ Listinblog.blogspot.com, Og Geytin var latin...
- ↑ kvf.fo, Nýggjastu føroysku stuttfilmarnir og videoløgini víst í næstu viku
- ↑ "planet.fo, Dávur fekk Geytan og Jónfinn áskoðaravirðislønina". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-12-16. https://web.archive.org/web/20141216193905/http://planet.fo/davur+fekk+geytan+og+jonfinn+askodaravirdislonina.html#.Uqjz-mSovoo. Heintað 2013-12-11.
- ↑ "in.fo - Heiðrikur tók alt". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-12-15. https://web.archive.org/web/20141215062000/http://www.in.fo/news-detail/news/heidrikur-tok-alt/. Heintað 2014-12-12.
- ↑ kvf.fo - Geytin 2015: Stina Karina betri enn hinar og hinir
- ↑ Lindenskov, Eirikur (11. desember 2016). "Geytin 2016: Andrias Høgenni fór við øllum". in.fo. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-12-13. https://web.archive.org/web/20161213133839/http://www.in.fo/news-detail/geytin-2016-andrias-for-vid-oellum/. Heintað 12. desember 2016.
- ↑ Kruse, Birgir (24. februar 2019). "Andrias fær Geytan á triðja sinni". Birkblog. http://birkblog.blogspot.com/2019/02/andrias-fr-geytan-trija-sinni.html. Heintað 11. juli 2019.
- ↑ Lindenskov, Eirikur (16. februar 2020). "Búi og Dánjal vunnu Geytavirðislønina 2020". Sosialurin. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2020-02-16. https://web.archive.org/web/20200216120144/https://www.in.fo/news-detail/news/bui-og-danjal-vunnu-geytavirdisloenina-2020/. Heintað 16. februar 2020.
- ↑ Lindenskov, Eirikur (16. februar 2020). "Gudmund Helmsdal vann áskoðaravirðislønina". Sosialurin. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2020-02-16. https://web.archive.org/web/20200216120154/https://www.in.fo/news-detail/news/gudmund-helmsdal-vann-askodaravirdisloenina/. Heintað 16. februar 2020.
- ↑ Bertholdsen, Áki (16. januar 2020). "Átta føroyskir filmar kappast um virðislønir". Sosialurin. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2020-02-16. https://web.archive.org/web/20200216123444/https://www.in.fo/news-detail/news/atta-foeroyskir-filmar-kappast-um-virdisloenir/. Heintað 16. januar 2020.
- ↑ Lindenskov, Eirikur (18. januar 2018). "Níggju filmar kappast um Geytan". In.fo. http://www.in.fo/news-detail/niggju-filmar-kappast-um-geytan/. Heintað 19. januar 2018.
- ↑ Lindenskov, Eirikur (11. desember 2016). "Sjey filmar kappaðust um Geytan". in.fo. http://www.in.fo/news-detail/sjey-filmar-kappadust-um-geytan/. Heintað 12. desember 2016.
- ↑ "Planet.fo, Átta filmar kappast um Geytan". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-12-16. https://web.archive.org/web/20141216193900/http://planet.fo/atta+filmar+kappast+um+geytan.html#.Up9qpWSovoo. Heintað 2013-12-05.