Jump to content

Tóki Jansson

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Tóki Jansson (føddur 2003) er ein føroyskur filmslistamaður úr Tórshavn. Hann hevur gjørt teknifilmsrøðina Skúla Scam, ið fekk nógva umrøðu í føroyskum og donskum miðlum í desember 2020, eftir at Jenis av Rana, mentamálaráðharri, valdi ikki at fylgja tilmælinum frá Mentamálaráðnum, um at lata stuðul á 40.000 krónur til røðina. Grundgevingin fyri at nokta at lata stuðul var tann, at Jenis av Rana dámdi ikki tað hann sá, hann segði í Degi og Viku, at tey bannaðu ov illa. Tóki Jansson hevur fleiri ferðir verið á filmsskúlanum Nóllywood í Nólsoy, og tað var eisini har, hann møtti Jonas í Dali Wagner, og Jonas lærdi Tóka at animera. Á Nóllywood 2019 gjørdi Tóki Jansson saman við Haakon Joensen stutta teknifilmin Smoothie Baby, ið bleiv tilnevndur Geytan 2020.[1]

Skúla Scam

[rætta | rætta wikitekst]

Tóki fór sum 15-ára gamal í gongd við at gera sína egnu teknifilmsrøð við heitinum Skúla Scam. Røðin varir umleið ein tíma, tey tosa føroyskt. Teknifilmsrøðin snýr seg um tríggir skúlanæmingar, Pætur, Sólskin og Bob, ið møtast, tá ið tey skulu byrja á einum nýggjum skúla. Skúlin vísir seg at vera sera løgin og ræðandi, alt er annarleiðis enn tey vóru von við. Tímarnir eru stuttir og fríkorterini eru long. Tey seta sær fyri at kanna, hvat ið tað er ið gongur fyri seg á skúlanum.[2] Jónas í Dali Wagner frá Filmshúsinum hevur verið vegleiðari hjá Tóka, meðan hann hevur gjørt Skúla Scam. Jónas í Dali Wagner er fyrrverandi leiðari av fiktionsinstruktør-útbúgvingini á Den Danske Filmskole.

Tóki bleiv liðugur við Skúla Scam á heysti í 2020, tá var hann blivin 17-ára gamal, tað mesta gjørdi hann sum 15-16 ára gamal. Teknifilmsrøðin hevði forpremieru í Havnar Bio fyri innbodnum skúlaungdómum og øðrum hin 16. september 2020.[3] Eftir tað fóru Tóki Jansson og Dina Poulsen, ið leggur rødd til gentuna Sólskin í røðini, saman við øðrum umboðum úr Føroyum til Danmarkar, har teknifilmsrøðin hevði heimspremieru og varð víst alment á Buster Filmfestival í september 2020 fyri donskum skúlanæmingum úr miðdeild og hádeild.

Tóki Jansson hevur gjørt filmsrøðina í síni frítíð uttan peningaligan stuðul. Vegleiðari hansara Jonas í Dali Wagner valdi at søkja um stuðul á 40.000 krónur til Skúla Scam fyri at gera hana heilt lidna. Mentamálaráðið innstillaði filmsrøðina til at fáa henda stuðul, ið søkt varð um, men landsstýrismaðurin í mentamálum Jenis av Rana vildi ikki skriva undir, og noktaði harvið at lata stuðulin. Dagur og Vika[4] hevði eina samrøðu við landsstýrismannin um hetta málið, og har segði hann, at honum dámdi ikki tað hann sá, og at hann ikki kundi seta sína undirskrift, tí at tey bannaðu so illa. Í noktandi svarinum úr Mentamálaráðnum til filmsframleiðaran stendur, at “landsstýrismaðurin metir seg ikki kunna viðmæla stuðli vegna málbrúkið í filminum”. Hetta skapti øsing og kjak í føroysku miðlunum og á sosialu miðlunum. Eisini danskir miðlar sum Berlingske Tidende skrivaði um málið.[5]