Jump to content

Trygvi Danielsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Trygvi Danielsen móttók Virðisløn til ungt listafólk 2013, sum var ein av Mentanarvirðislønum landsins 2013. Bjørn Kalsø, mentamálaráðharri, handaði virðislønina í Stóra Pakkhúsi í Vági.

Trygvi Danielsen (føddur 1991 í Havn) er ein føroyskur rithøvundur, tónleikari og leikstjóri. Hann er limur í tónleikabólkinum The Absent Silver King, sum vann tónleikakappingina Sement í 2013.[1] Í 2013 gav hann út eitt savn við yrkingum og stuttsøgum umframt eina LP-plátu, sum hevði heitið The Absent Silver King. Hann hevur eisini útgivið yrkingar og stuttsøgur í tíðarritunum Vencili og Varðanum. Hann hevur eisini leikstjórna filmum. Í 2018 vann hann Geytan 2017 fyri stuttfilmin 111 góðir dagar.

Givið út

[rætta | rætta wikitekst]
  • 2013 - The Absent Silver King. Yrkinga- og stuttsøgusavn og LP-pláta
  • 2018 - Silvurbók. Yrkingar, lp-pláta og stuttfilmurin 111 góðir dagar
  • 2025 - Hey :). Endurminningar og manifest skipað sum ein long chat søga. Bókin er um 900 síður.
  1. ↑ Kvf.fo, Brellbiti: Brot úr debutsavninum hjá Trygva Danielsen
  2. ↑ "In.fo, Trygvi Danielsen ársins unga listafólk". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-01-16. https://web.archive.org/web/20140116192601/http://www.in.fo/news-detail/news/trygvi-danielsen-arsins-unga-listafolk/. Heintað 2014-01-16.
  3. ↑ Egholm, Sverri (10. mars 2018). "Yvirlit: Hesi vunnu FMA-virðisløn". Portal.fo. http://portal.fo/yvirlit+hesi+vunnu+fmavirdislon.html. Heintað 12. mars 2018.
  4. ↑ Johannesen, Urd. "Trygvi Danielsen granted the EBBA-Award 2019". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2019-08-24. https://web.archive.org/web/20190824141457/https://www.farlit.fo/home/2019/5/22/trygvi-danielsen-granted-the-ebba-award-2019. Heintað 2. juni 2020.
  5. ↑ Trygvi Danielsen fingið M.A. Jacobsens virðislønina fyri fagrar bókmentir, kvf.fo, 1. okt. 2026

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]