Dávur Djurhuus
Appearance
Dávur Djurhuus er ein føroyskur filmsleikstjóri. Hann hevur nomið sær filmslistarliga útbúgving á Met Film School í London í 2013. Hann vann Geytan fyri filmin Terminal. Filmurin Terminal varð eisini sýndur á London Short Film Festival 19. januar 2014.[1] Hin 11. desember 2013 vann hann føroysku filmsvirðislønina Geytan fyri filmin Terminal, sum hann hevur leikstjórnað, framleitt og skrivað leikhandrit til.[2] Hann er nevndarlimur í Føroysk Filmsfólk.[3]
Filmar
[rætta | rætta wikitekst]Leikstjóri
[rætta | rætta wikitekst]- Terminal, 2013
- The Predictable Life of Sebastian, 2013
- Gakk tú tryggur, 2015
Leikrithøvundur
[rætta | rætta wikitekst]- Terminal, 2013
- The Predictable Life of Sebastian, 2013
Framleiðari
[rætta | rætta wikitekst]- Dog, 2012
- Terminal, 2013
- The Predictable Life of Sebastian, 2013
Heiður
[rætta | rætta wikitekst]- 2013 - Vann føroysku filmsvirðislønina Geytan fyri filmin Terminal
- 2015 - Tilnevndur Geytan fyri filmin Gakk tú tryggur
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ nordicstylemag.com - Young director wins Faroese film award Archived 2016-02-21 at the Wayback Machine, Stephan Lücke, 20. desember 2013
- ↑ "Planet.fo, Dávur fekk Geytan og Jónfinn áskoðaravirðislønina". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-12-16. https://web.archive.org/web/20141216193905/http://planet.fo/davur+fekk+geytan+og+jonfinn+askodaravirdislonina.html#.Uql2MmSovoo. Heintað 2013-12-12.
- ↑ listinblog.blogspot.com, Felagið Føroysk Filmsfólk er stovnað