Høgni Mohr

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Høgni Mohr
Høgni Mohr (2018).jpg
Fødd(ur) 8. oktober 1968
Tórshavn
Starv Rithøvundur
Tjóðskapur Føroyar
Slag Yrkisbókmentir
Týðandi verk

Fractura nasi, mest selda bók í 2017.

Givin út á donskum í 2019. Danskt heiti: Rejse for livet.

Seld til filmframleiðslu í 2018.

Høgni Mohr (føddur í Tórshavn 8. oktober 1968) er føroyskur rithøvundur og journalistur. Bókin Fractura nasi var mest selda bók í Føroyum í 2017. Bókin varð í 2019 týdd til danskt við heitinum Rejse for livet. í 2014 var Høgni tilnevndur Geytan fyri stuttfilmin "Fall for Ewe". Í 2012 og 2019 fekk hann 6- mánaðar starvsløn frá Mentanargrunni Landsins.

Tann 12. august 2018 fekk filmsframleiðarin Torfinnur Jákupsson sáttmála um rættin at gera Fractura nasi til filmhandrit.

Yrkisleið[rætta | rætta wikitekst]

Høgni er útbúgvin maskinsmiður, hevur lisið útflutningstøkni og hevur skrivað, síðan hann var blaðungur.

Høgni hevur arbeitt fyri tey flestu føroysku bløðini og hevur eisini havt tekstir í danska Informatión og íslendska Morgunblaðnum.

Hann var í nøkur ár knýttur at Kringvarpi Føroya, í útvarpi og sjónvarpi. Høgni hevur arbeitt fyri BBC og Al Jazeera og verið vertur í náttúrusendingum hjá Vice Media, eins og hann hevur luttikið í sending hjá Huffington Post.

  • Høgni hevur serstakan penn. Í strembanini eftir at verða húðleyst ærligur er hann bersøgin og ósvikaligur - fyri summi ov bersøgin. Hann meistrar føroyska málið, orðini og hvussu hesi verða sett saman til heildir og brot, ið ofta ikki eru sædd áður. Stundum er Høgni sín egna royndarkanin, og hann kann tykjast at ferðast á markinum til tað destruktiva í leitanini eftir einum tindrandi sannleika fyri at seta evnið í perspektiv. Høgni er sum ein ketta, ið gongur millum fólkini í Føroyum. Stundum kelin, elskulig og enntá følin, men tó altíð sín egna [1].

Skrivað[rætta | rætta wikitekst]

Mohr, Høgni (2006) Ali babba: og 49 aðrar blaðgreinir, Øgiliga egið forlag, 297 síður. ISBN 9789991880501.

Mohr, Høgni (2010) Tá deyðin verður avdúkaður, Øgiliga egið forlag, 96 síður. ISBN 9789991880518.

Mohr, Høgni (2017) Fractura nasi, Øgiliga egið forlag, 250 síður. ISBN 9789991880525. Kirsten Brix týtt bókina til danskt 2019. Danskt heiti: Rejse for livet. Forlag, Amanda Books. Seld til filmframleiðslu í 2018.

Mohr, Høgni (2018) Slepp tær til heiti fani. Øgiliga egið forlag. ISBN 9789991880525

Mohr, Høgni (2019) mær dámar ikki høgna hoydal, Øgiliga egið forlag. ISBN 9789991880549

Mohr, Høgni (2020) Tað tómliga tolsemi, Øgiliga egið forlag. ISBN 9789991880556

Mohr, Høgni (2021) Grøðandi greinir, Øgiliga egið forlag. ISBN 9789991880563

Mohr, Høgni (2022) Saga JAM, Øgiliga egið forlag. ISBN 9789991880570

Mohr, Høgni (2022) Handrit til film um føroyska rossið: Hvør skal nú pløga jørðina grøna

Týtt og ritstjórnað[rætta | rætta wikitekst]

  • 2006 - Askur og Embla (týtt), Bókadeild Føroya lærarafelags, 204 síður
  • 2013 - Sannleikin um ástarævintýrið (týtt og ritstjórnað), Øgiliga egið forlag, 35 síður [2]

Sjónvarp og útvarp[rætta | rætta wikitekst]

Virðislønir[rætta | rætta wikitekst]

  • 2012 – 6-mánaðar starvsløn frá Mentanargrunni Landsins
  • 2014 – Tilnevning til Geytan fyri stuttfilmin "Fall for eve"
  • 2019 – 6-mánaðar starvsløn frá Mentanargrunni Landsins
  • 2019 - Stipendium frá álendsku mentanarnevndini við listauppihaldi í Storby.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Mohr, Høgni. "Rithøvundar". www.snar.fo. https://snar.fo/rithøvundar/m/mohr-hoegni/. 
  2. "Sannleikin um ástarævintýrið". https://rit.fo/?id=news&news=21201.