Nóllywood
Nóllywood er ein filmsskúli fyri ung í Føroyum millum 14 og 18 ár, sum Klippfisk skipar fyri hvørt summar. Navnið er ein samanrenning av Nólsoy og Hollywood.
Søgan
[rætta | rætta wikitekst]Nóllywood filmsskúlin varð fyrstu ferð hildin í Nólsoy á sumri í 2010. Filmsskúlin verður vanliga hildin um summarið í Nólsoy, tó er tað eisini komið fyri, at hann hevur verið hildin í Tórshavn. Tað er Klippfisk, ið skipar fyri Nóllywood.[1] Tað er sum oftast fyrstu vikuna í juli, at filmsskúlin verður hildin. Í 2020 bleiv summarskúlin Nóllywood avlýstur vegna COVID-19. Men seinni sama árið varð avgjørt at hava filmsskúlan í heystferiuni í staðin. Vanliga verða filmnarnir, ið tey ungu framleiða, frumsýndir í Royndarhúsinum í Nólsoy. Hetta bar ikki til í 2020, fyri at taka atlit til smittuvanda. Í staðin bleiv filmurin frumsýndur á internetinum, á Facebook, og varð lagdur á YouTube og Instagram. Tað árið varð bert ein filmur framleiddur, tað var ein fiktiónsfilmur við heitinum Kall.[2]
Nóllywood filmar
[rætta | rætta wikitekst]Tey ungu ið luttaka á Nóllywood filmsskúlanum fáa undirvísing frá føroyskum filmsfólkum, og síðan framleiða tey í felag stuttfilmar. Talan kann vera um ymisk sløg av stuttfilmum, t.d. fiktiónsfilm, heimildarfilm ella teknifilm. Nakrir av teimum framleiddu filmunum liggja á YouTube. Fleiri av filmunum hava verið tilnevndir Geyta-virðislønina. Í 2019, tá ið Nóllywood varð fyriskipað fyri 10. ferð, blivu tríggir filmar framleiddir umframt ein "Behind the Scenes". Filmarnir vóru ein fiktiónsfilmur, "Ósøgd orð", ein heimildarfilmur, "Vit/kenslur" og ein teknifilmur, "Smoothie Baby". Allir tríggir filmar vórðu tilnevndir føroysku filmsvirðislønina Geytan árið eftir.[3]
Nóllywood-skeltið
[rætta | rætta wikitekst]Í juli 2018 var eitt stórt Nóllywood skeltið sett upp í Nólsoyarbygd. Hetta skeltið minnir um Hollywood skeltið. Tað vóru Nikolaj Falck og Beinir Poulsen, ið tóku stig til at gera Nóllywood-skeltið.[4] Tað er vanligt, at tey ungu saman við vegleiðarum og nólsoyingum seta upp hesi stóru bókstavaskelti við bókstavunum N Ó L L Y W O O D, tá ið filmsskúlin byrjar, og tað stendur so uppi alt tíðarskeiðið, meðan filmsskúlin er í gongd og møguliga longri. Skeltið er 3 metrar høgt og 26 metrar breitt.[5]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Fara undir at menna filmsspírar". Vágaportalurin. 8. september 2017. http://www.vp.fo/news/fara-undir-at-menna-filmsspirar.
- ↑ Kall á YouTube
- ↑ "GEYTIN 2020". https://whatson.fo/fo/event/geytin-2020-fo/.
- ↑ Nielsdóttir, Alda (1. juli 2018). "Nólsoy fingið heilt serligt staðarmerki". https://dagur.fo/nolsoy-fingid-heilt-serligt-stadarmerki.
- ↑ Beiti, Ólavur í (2. juli 2019). "Nóllywood fyri tíggjundu ferð". Vágaportalurin. http://www.vp.fo/news/nollywood-fyri-tiggjundu-fer.