Teitur Lassen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Teitur)
Teitur Lassen

Teitur Lassen (f. 4. januar 1977) er ein tann fremsti føroyski sangarin og hevur yrkt nógvar sangir. Hansara tónleikastílur er singer/songwriter. Hann hevur í samstarvi við altjóða plátufelagið Universal givið út eina stórtseljandi fløgu (selt umleið 45 000 eintøk) undir heitinum "Poetry and Aeroplanes".

Søgan hjá Teiti[rætta | rætta wikitekst]

Teitur. Er hann nevndur, er hann kendur. Teitur hevur altíð fingist við tónleik. Hann lærdi at spæla orgul sum 13 ára gamal. Fyrstu ferð føroyingar hoyrdu um Teit Lassen var í samband við bólkin Mark No Limits, har fólk sum Mark Joensen og Malan Eyðunsdóttir spældu við. Teitur var forsangari. Bólkurin luttók í Prix Føroyum í 1997 og endaði við at vinna kappingina. Mark No Limits spældi mest lættisoppa- og søtan popp við fangandi rútmum. Síðani hoyrdi man lítið og einki frá Mark No Limits, og til endans fór bólkurin hvør til sítt. Bæði Malan Eyðunsdóttir, Mark Joensen og Teitur byrjaðu hvør sítt solo-projekt. Teitur royndi seg við fløguni “Sólin og regnið”, ið kom út í 2002. Teitur flutti til London. Tá fór hann at liva av tónleikinum hjá sær. Tað gekk so mikið væl hjá honum, at hann og Universal Records skrivaðu undir sáttmála í 2003, og hann fekk Christian Ulf-Hansen sum umboðsfólk. Teitur gav fløguna “Poetry and Aeroplanes” út í 2003 á plátufelagnum Universal Records. Teitur spældi løg av tí nýggju fløguni í sambandi við Prix Føroyar 2003, men hetta var ikki væl móttikið av lurtarafjøldini. Tá fløgan kom út tveir mánaðir seinni, varð hon sera væl móttikin í Føroyum, har Teitur var við at gerast tað heilt stóra innan føroyskan tónleik. Sáttmálin hjá Teiti við Universal varð ikki tikin í álvara millum almenningin, fyrrenn fløgan kom út. Teitur túraði í USA í 2004 og 2005. Hildið varð, at sáttmálin og fløgan fóru at geva Teiti eitt altjóða gjøgnumbrot, men ístaðin bleiv hann bert eitt av teimum mongu listafólkunum, Universal Records hevur sáttmála við. Á vári 2006 ljóðaðu tíðindini um, at Teitur var farin frá Universal orsakað av trupulleikum við rættindum o.l. Stutt aftaná kom Teitur við fløguni ((Stay Under the Stars)), sum kom út á nýstovnaða plátufelagnum ((Arlo & Betty Recordings ltd.)) í samstarvi við Playground Music. Teitur stovnaði við Christian Ulf-Hansen Arlo & Betty recordings Ltd. Plátufelagið eitur eftir tveimum gittarum hjá Teiti. “Stay under the Stars” gjørdist beinanvegin tað heilt stóra. Sangir sum “Louis, Louis” og “Don´t want you to wake up” rungaðu í útvarpinum. Teitur fór konsertferðir til USA og Kanada, hann spældi nógv í norðanlondum, og hann var við í nógvum sjónvarps- og útvarpssendingum. Tá hóvastákið, ið “Stay under the Stars” hevði við sær, var við at leggja seg, kom Teitur út við einari føroyskari fløgu: “Káta Hornið”. Fleiri ummælarar undraðust á, hví Teitur vendi aftur til tað føroyska málið. Teir hildu, at hendan fór at vera ein fusari í sama stíli sum “Sólin og regnið”, men so varð als ikki. “Sólin og regnið” og “Káta Hornið” eru torførar at samanbera. Stílurin er heilt ymiskur á teimum báðum fløgunum. Tá ið “Káta Hornið” kom út, vóru yvirskriftir sum “Meistaraverkið hjá Teiti” og “Vælkomin heim, Teitur” at síggja í fjølmiðlunum. Fløgan bleiv skjótt tað heilt stóra, og Teitur víðkaði sína lurtarafjøld. Danish Music Awards er eitt award-show, ið verður hildið í Danmark. Teitur vann heitið sum besti sangari í Danmark í 2007. Mæt nøvn sum Simon Kvamm, Troels Abrahamsen og Thomas Helmig vóru nominerað til sama heiti. Men havnardrongurin vann á teimum øllum og valdi at halda sína takkartalu á føroyskum.

Síðan hevur Teitur útgivið fløgurnar The Singer (2008) og Let the Dog Drive Home (2010). Fløgan The Singer vann ein prís á Danish Music Awards 2009 í bólkinum Ársins danska Singer/Songwriter útgáva.

Ritverkið hjá Teiti[rætta | rætta wikitekst]

Teitur Lassen hevur givið 6 fløgur út. Av tí at Teitur longu var kendur millum føroyingar sum forsangarin í Mark No Limits, vóru fólk varug við fløguna “Sólin og regnið”. Hon er ikki marknaðarførd á sama hátt sum hansara nýggjaru fløgur, og lættari er at kenna seg aftur í tekstunum í teimum sangunum. Sangirnir vórðu skrivaðir samanhangandi á sumri 2002, tá Teitur var heima í summarfrí. Teitur heldur sjálvur, at hetta ikki er ein rættilig Teitur-fløga. Fyrsta Teitur-fløgan kom út í 2003 og er nevnd “Poetry and Aeroplanes”. “Poetry and Aeroplanes” varð væl móttikin av flestu ummælarum og lurtarum. Hendan fløgan var tann, ið var grundvøllurin hjá Teiti í altjóða høpi. Fløgan varð sera væl seld í Amerika. “Poetry and Aeroplanes” varð sera væl marknaðarførd, og Teitur spældi nógvar konsertir í sambandi við útgávuna. Onnur Teitur-fløgan varð nevnd “Stay under the Stars” og varð givin út í 2005. Her heldur Teitur fram við sínum søgum um lívið, heimin og kærleikan. Fløgan var á top 10-listum í Danmark, og Teitur varð biðin at spæla á fleiri festivalum í Evropa. Hóast "Stay Under the Stars" hevur selt betur í Evropa enn “Poetry and Aeroplanes”, so er søgan júst tann øvugta í USA, ið annars hevur verið kjarnumarknaðurin hjá Teiti.

“Tað hevur ikki gingið so væl at marknaðarføra »Stay Under the Stars« í USA. Plátufelagið, ið vit gjørdu útbreiðslusáttmála við haryviri, hevur ikki gjørt ein skit av øllum tí, sum tað lovaði, og harumframt kiksaði ein týdningarmikil útgávukonsert, tí eg fekk ikki neyðuga visumið. Alt var klárt, og tað sótu 50 amerikanskir tónleikajournalistar og bíðaðu í einum konsertsali í New York, men har dukkaði eingin Teitur upp. So tað var nakað lort”, fortelur Teitur erliga.

Teitur hevur fingið nógv rós fyri útgávuna »Káta hornið«, har hann aftur roynir seg á føroyskum, og viðger føroyska samfelagið anno 2007. Fløgan er uppkallað eftir Káta Horninum í Tórshavn. Á fløguni tekur Teitur veruliga blaðið frá munninum og sigur sína hugsan um nógv føroysk viðurskiftir. Hann syngur um vantandi tolsemi og religiøsa fanatismu í Føroyum; um málsligt snævurskygni, og at Havnin í roynd og veru er ein lítil bygd, hóast havnarfólk alla tíðina royna at sannføra bæði seg sjálvi og onnur um tað øvugta. Fløgan er tann einasta, ið hevur megnað at fingið 6 stjørnur út av 6, tá ið fløgur verða ummældar í Dimmalætting:

Káta hornið”, osar av stemningi, spæligleði og yvirskoti og er snøgt sagt besta føroyska fløgan, ið eg havi fingið latið upp í hendurnar at ummæla øll hesi árini sum fastur ummælari hjá Dimmalætting. 11 skeringar, ið eru at rokna sum ein long perlurøð av framúrskarandi væl komponeraðum og yrktum sangum av okkara klárt sterkasta sangskrivara”

Hetta skrivaði Uni Leitisstein Hansen, tá hann ummældi nýggju fløguna hjá Teiti í Dimmalætting. ”Káta Hornið” markerar uppaftur týðuligari tónlistarligu broytingina, ið er í gongd í Teiti. Hendan broytingin var longu byrjað á “Stay Under the Stars”, ið var væl leysari framleidd enn poleraða “Poetry and Aeroplanes”.

“Heldur enn at frata hinvegin aftur, so havi eg meira hug til at gera mín enska tónleik soleiðis, sum tónleikurin á »Káta Horninum« er. Eg havi meir og meir innsæð, hvønn leiklut mín føroyska barlast hevur í mínum virki sum sangari og sangskrivari, og at allir teir ensku sangirnir spretta eisini burtur úr hesari somu barlast. Hetta er eisini fyrsta fløgan, ið eg sjálvur havi framleitt, og tað hevur gjørt, at eg kenni meg nógv búnaðan sum tónleikara. Eg tori at gera nøkur val við mínum tónleiki og leiða hann ein ávísan veg, og eg haldi, at tónleikurin er meira Teitur enn nakrantíð”, staðfestir Teitur.

Hóast “Káta Hornið” ikki verður mett sum tann mest lurtara- ella útvarpsvinarliga Teitur-útgávan, verður hon sæð sum ein heit, livandi og ótrúliga væl samanskrúvað fløga, ið hevur nógv á hjarta og bara veksur við hvørjari gjøgnumspæling.


Sólin og regnið 2002
Poetry and Aeroplanes 2003
Stay under the Stars 2006
Káta Hornið 2007
The Singer 2008
Let the dog drive home 2010

Í 2007 fór Teitur í holt við triðju enskt-mæltu fløguna, sum hevur heitið ((The Singer)). Hendan fløgan varð upptikin á Gotlandi í Svøríki. Tróndur í gøtu hevur lagt løgini til rættis saman við Teitur. Teitur fór á turné, og hevði heiðurin at opna størsta pallin, Orange Scene, vid sanginum "Fishlips", á Roskilde Festival 2008.

4. oktober 2010 kom fløskan ((Let the fish Drive Home)) út. 12 skeringar á enskum. Les samrøðu um fløguna [[1]]

Tíðarrák[rætta | rætta wikitekst]

Á ein hátt ber til at siga, at Teitur við »Káta horninum« gongur í fótasporunum hjá Kára P. í 70'unum og Frændum í 80'unum. Hann er vorðin røddin hjá sínum ættarliði. Ein rødd, ið viðger tíðarinnar rák, tvístøður og setur orð á kenslur og spenningar, sum bilgjast í yngru ættarliðunum. Hetta er ein leiklutur, ið klæðir Teiti, sum við sínum tónlistarliga virki longu er gingin undan og hevur kveikt eina trúgv á egin evni í ungum føroyingum.

“Eg haldi, at eg sigi tingini, sum tey eru. Eg og tey ungu fólkini, ið eg deili mítt lív við, vit halda hatta har. Hatta er mín veruleiki. Og ja, nógv viðurskifti eru virkuliga býtt í Føroyum, men eg haldi, at ein sovorðin sum eg hevur ábyrgd at gera vart við hesi viðurskifti. Eg havi sæð, at eg fari at halda fram við at spæla tónleik, og at hetta er tað, ið eg brenni fyri at gera, og tískil er umráðandi at hava eitt gott fundament at standa á. Tá nyttar einki ikki at hava eina meining um tingini, tí so hevur tú einki stað at standa.”

Teitur viðger evni, ið eru uppi í samfelagnum. Hetta ger hann á ein heilt serstakan hátt. Tá ið hann syngur er tað stutt og greitt orðað. Hann hevur ein boðskap, ið hann sendir út til áhoyrararnar. Tørvur er á einum stuttum og greiðum boðskapi. Hettar tosar til ungdómin og aðrar áhoyrarar. Man fær ein steðg frá øllum tí háfloygda og tí, ið er lýst út í æsir.

Stílurin er singer/songwriter, ið er algongdur um allan heim. Øll ljóð, ljóðføri, og orð skapa ein ávísan dám og søgu. Teitur hevur í øllum stillum greinað og neyvkannað arvaeginleikarnar hjá heimliga tónleikarliga dýrgripinum, sum hann er uppvaksin við gjøgnum Útvarp Føroya. Hann hevur brúkt hesa vitan til at genspleysa feita, føroyska retro-úttrykkið, ið myndar »Káta hornið« tónlistarliga. Hetta eru Tey av kamarinum, Faroe Boys, Simmi, Birni Dam, Havnarkórið, Hermann Jacobsen, Kári P. og Hanus G. Hetta er tapet frá 50- og 60-unum og eitt sindur modni lukturin av gomlum teppi heima hjá ommu og abba. Hetta eru »Kvøðuljómarnar til sjófólkið« ein gráan, regnvátan sunnudag. Hetta er seigt, slavið og sorgblítt. Hetta er føroyskt, men mest av øllum, hetta er meistarligt.

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]


Umframt[rætta | rætta wikitekst]

Hygg eisini at[rætta | rætta wikitekst]

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið