Malan Eyðunsdóttir

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Malan Jancy Eyðunsdóttir (f. 20. august 1975), búsitandi í Tórshavn, er kend úr bólkum sum Mark No Limits, Flamma, Divaz, Lucination Cantabile, Haldurs Café, Hinar. Malan hevur eisini roynt seg eina og hevur útgivið fløguna Malan.

Malan er ein av limunum í kvinnu-poppbólkinum Flamma, saman við Lailu Carlsen og Ann Jannet Danielsen. Fyrr nevndist bólkurin Divaz, tá var Anna Maria Olsen eisini limur í bólkinum. Flamma gevur út fløgu á sumri 2013, tær hava givið út tvey stakløg á Soundcloud, løgini eru av komandi fløguni.

Malan er útbúgvin lærari og arbeiðir í Tórshavnar Kommunuskúla, men hevur tó eisini tíð til tónleikin.

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

Egnar útgávur[rætta | rætta wikitekst]

  • 2000 - Malan

Sum partur av Flamma[rætta | rætta wikitekst]

Stakløg[rætta | rætta wikitekst]

  • 2013 - City Lights[1]
  • 2013 - Stay Like This Forever[2]

Saman við øðrum og uppsamlingsfløgur[rætta | rætta wikitekst]

  • 1996 - Rópið á skuggarnar, Tutl, Malan syngur sangin Lívsgleðin.
  • 1997 - Síðsta skríggj, Malan syngur sangin Privatsjaførur.[3]
  • 2004 - Kvinna - úrvaldir sangir frá føroyskum kvinnum. Malan syngur sangin Á berum. Blaðið Kvinna gav út.[4]
  • 2007 - Jól í grannalagnum, Malan syngur heitislagið Jól í grannalagnum[5]
  • 2009 - Seinnameiri - Cantabile - Malan syngur solo á sanginum: Infant Joy.[6]
  • 2009 - Meldurtíð - Uni Arge, Malan syngur duett við Una á sanginum Enn ein dagur fór.[7]
  • 2009 - Popp List 8. Malan syngur saman við Una Arge sangin Enn ein dagur fór.[8]
  • 2010 - Jólafløgan, Blaðið Kvinna gav út. Malan syngur sangin Jólamaðurin kemur skjótt.[9]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Scandipop.co.uk Flamma: ‘City Lights’
  2. Music.fo[deyð leinkja]
  3. Rateyourmusic.com, Síðsta skríggj
  4. Rateyourmusic.com Kvinna - úrvaldir sangir frá føroyskum kvinnum
  5. Rateyourmuic.com Jól í grannalagnum
  6. Rateyourmusic.com Seinnameiri
  7. Rateyourmusic.fo
  8. Rateyourmusic.com Popp List 8
  9. Rateyourmusic.com Jólafløgan