Jump to content

Flamma

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Flamma er ein føroyskur popp tónleikabólkur, mannaður av trimum kvinnum: Laila Carlsen, Ann Chanett Danielsen og Malan Eyðunsdóttir. Tað var í 2013, at bólkurin fekk nýggja navnið Flamma, men tær tríggjar hava fyrr mannað bólkin Divaz, tó er Ann Chanett Danielsen nýggj í bólkinum, tað var Anna Maria Olsen, ið var við í bólkinum Divaz frá byrjan, saman við Lailu og Maluni. Tað eru nøkur ár síðan tær byrjaðu, ein av fyrstu ferðunum, ið Divaz framførdu alment saman var til Syng við á Sandi. Tær valdu at broyta navnið síðst í mai 2013, áðrenn tær fóru í holt við at geva út nýggjan tónleik, navnabroytingin kom samstundis sum fyrsta staklagið varð útgivið á Soundcloud, tað var í mai 2013, lagið hevur heitið CityLights. Ætlanin er so at geva út eina fløgu einaferð á sumri 2013.[1] Kristoffer Mørkøre framleiðir fyrstu fløguna. Í apríl og mai 2013, áðrenn tær høvdu skift navn, vóru tær á tónleikarundferð í Føroyum. Saman við teimum trimum vóru tónleikararnir Jóhan Ziskason, Kristoffer Mørkøre og Henning Hjalt Nicodemussen. Á konsertunum sungu tær coverløg, sum tær eisini høvdu gjørt tá tær byrjaðu at syngja saman. Á tónleikaútgávuni verða tað tó nýggj løg.[2] Divaz framførdu føroyska tjóðsangin áðrenn steypafinaluna millum EB/Streym og Víking í 2012 á Tórsvølli.[3]

Løgini eru útgivin á Soundcloud.

  • 2013 - City Lights
  • 2013 - Stay Like This Forever[4]
  1. Torsportal.fo, Divaz eitur nú Flamma - Divaz eitur nú Flamma og er úti við nýggjum staklagi.
  2. Planet.fo Archived 2013-05-11 at the Wayback Machine Fýra Party-kvøld við Divaz
  3. Divaz framføra tjóðsangin á Tórsvølli, youtube.com
  4. Music.fo[deyð leinkja]