Uni Arge

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Uni Arge
er eitt menniskja
Fødd(ur) 20. jan 1971 í/á Tórshavn
Starv fótbóltsleikari, sangari, hondbóltsleikari, journalistur, sangskrivari
Mál Danskt mál
Dátuheiti
VIAF 306102426
LCAuth n2014000222

Uni Jógvansson Arge (f. 20. januar 1971) er føroyskur blaðmaður, fyrrverandi fótbóltsleikari og landsliðsleikari, hondbóltsleikari, tónleikari, tónasmiður, sangari og rithøvundur. Uni leikti 105 dystir fyri Kyndil og skeyt 693 mál.[1] Hann er næstformaður í Kyndli. Tá hann spældi fótbólt, so leikti hann øll árini í Føroyum við HB. Hann hevur eisini spælt uttanlands, 1998-99 spældi hann við íslendska felagnum Leiftur, frá 1999 til 2000 spældi hann við danska felagnum Aarhus Fremad, og í 2000 spældi hann við íslendska felagnum ÍA Akraness.

A-landsliðs leikari í fótbólti[rætta | rætta wikitekst]

Uni Arge hevur spælt 37 A-landsdystir fyri Føroyar í tíðarskeiðnum 1992-2002. Uni skoraði 8 mál fyri Føroyar í 37 landsdystum.[2]

Altjóða mál[rætta | rætta wikitekst]

Mál og úrslit hjá Føroyum verða víst fyrst.
# Dagur Vøllur Mótstøðulið Mál Úrslit Kapping
1 25. apríl 1993 Tsirion Stadium, Limassol, Cyprus  Kýpros 3-1 3-1 1994 WC Qualifying
2 4. september 1996 Svangaskarð, Toftir  Spania 2-6 2-6 1998 WC Qualifying
3 8. juni 1997 Svangaskarð, Toftir  Malta 1-0 2-1 1998 WC Qualifying
4 9. juni 1999 Svangaskarð, Toftir  Bosnia og Hersegovina 1-1 2-2 2000 Euro qualifying
5 9. juni 1999 Svangaskarð, Toftir  Bosnia og Hersegovina 2-1 2-2 2000 Euro qualifying
6 26. apríl 2000 Rheinpark Stadion, Vaduz, Liktenstein  Liktenstein 1-0 1-0 Vinardystur
7 3 september 2000 Svangaskarð, Toftir  Slovenia 1-2 2-2 2002 WC Qualifying
8 13 februar 2002 Pafiako Stadium, Paphos, Kýpros  Liktenstein 1-0 1-0 Vinardystur

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

Tónleikaútgávur[rætta | rætta wikitekst]

Í oktober 2007 gav Uni út fløguna "Mitt í sjónum".
Í 2009 gav hann út fløguna Meldurtíð.

Bókaútgávur[rætta | rætta wikitekst]

  • 2004 - Komin er nú onnur øld - Forlagið Tjarnardeild gav út.[3]
  • 2011 - Framtíðin kallar - Forlagið Sprotin gav út.[4]
  • 2014 - Føroyar framá - ÍSF 75 ár[5]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Kyndil.fo
  2. Uni Arge á Faroesoccer.com
  3. Jogvanarge.com, Komin er nú onnur øld
  4. Sudurras.fo, Framtíðin kallar – nýggj bók um fólk og samfelag
  5. isf.fo, Bókaútgáva í samband við 75-ára dag ÍSF