Havnarkórið
Appearance
Havnarkórið varð stovnað í 1966 sum Útvarpskórið. Tað var eftir áheitan frá Útvarpi Føroya, at kórið varð stovnað og varð tí uppkallað eftir Útvarpinum. Kórið vandi fyrstu ferð 24. januar 1966 og framførdi fyrstu ferð í Útvarpi Føroya á grækarismessu 1966. Í 1969 helt samstarvið við Útvarpið uppat, men kórið helt tó fram. Kórið ferðaðist uttanlands longu frá fyrstu árunum. Í 1973 fór kórið til Eysturríki til Europa Cantata, og tá fingu tey sær navnið Havnarkórið. Kórleiðari tey fyrstu mongu árini var Ólavur Hátún.[1] Í 2014 tók Leif Hansen við sum kórleiðari.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- Brekkunum, Hans Erland í: Europa cantat - Europa syngur. Í: Gluggin nr. 8-9/1970.
- Tónleikarsummarið. Í: Gluggin nr. 4/1970.