Eivør Pálsdóttir
Eivør Pálsdóttir | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 21. jul 1983 í/á Syðrugøta |
Starv | sangari, tónaskald, singer-songwriter, rithøvundur, recording artist |
Heimasíða | https://www.eivor.com |
Dátuheiti | |
ISNI | 0000000371910290 |
VIAF | 72145970059632250793 |
LCAuth | n2015069936 |
IMDB | nm1944197 |
Commons | Eivør Pálsdóttir |
Eivør Pálsdóttir (fødd 21. juli 1983 í Syðrugøtu) er ein føroysk songkvinna. Hon var ársins føroyingur 2004. Hon vann "Ársins Songrødd" og saman við Clickhaze vann hon Prix Føroyar. Eitt skifti búði hon í Íslandi, har hon fekk plátusáttmála við 12 Tónar í Íslandi. Hon er ein tann kendasta av føroyskum tónleikarum og framførir ymsa staðni í Evropa. Hon hevur ofta fingið sera góð viðmæli. Hennara fyrsta fløga saman við plátufelagnum 12 Tónum í Íslandi nevnist "Krákan" og kom út í 2003. Eitt tað kendasta lagið er ivaleyst "Nú brennur tú í mær". Fyrsta fløgan hjá Eivør kom út í 2000. 18. februar 2010 skrivaði Eivør sáttmála vid Copenhagen Records. Eivør hevur fleiri ferðir vunnið føroysku tónleikaheiðurslønina Planet Awards. Í 2012 vann hon 3 Planet Awards: ársins songkvinna, ársins einstaklingur og fløga hennara Room varð kosin ársins útgáva.[1] Í 2012 varð Eivør tilnevnd til Tónleikavirðisløn norðurlandaráðsins[2]
Útgávur
[rætta | rætta wikitekst]- 2000 - Eivør Pálsdóttir (fløga) (Eivør Pálsdóttir voc, Mikael Blak b, Búi E. Dam git, Brandur Jacobsen dr, perc)
- 2002 - EP (cd) (saman við Clickhaze)
- 2002 - Yggdrasil (saman við Yggdrasil)
- 2003 - Krákan (solo)
- 2004 - Yggdrasil live in Rudolstadt (saman við Yggdrasil)
- 2004 - eivør (saman við Bill Bourne)
- 2005 - Trøllabundin (saman við DR Bigband frá Danmarks Radio).
- 2007 - Mannabarn / Human Child
- 2009 - Eivör Live
- 2010 - Undo your mind EP
- 2010 - Larva
- 2012 - Room
- 2015 - Bridges
- 2017 - Slør
- 2020 - Segl
- 2024 - Enn
Umframt
[rætta | rætta wikitekst]- 1999 - Prix '99 v/ Clickhaze. skering 4.
- 2000 - Kenna tit Rasmus skering 4.
- 2000 - Vælskapt brek skering 11.
- 2000 - Barnabíblia - sangir og telduspøl skering 9.
- 2001 - Prix Føroyar 2001 v/ Clickhaze. skeringar 1 & 10.
- 2002 - Eg siti so eina skering 3.
- 2002 - Livandi tónleikur v/ Clickhaze. skering 7.
- 2002 - Lossingarmenn.
- 2002 - Ung um aldamótið II CD1/skering 8.
- 2004 - Mura skering 11.
Heiður
[rætta | rætta wikitekst]- 2004 Ársins føroingur
- Planet Awards 2009 - Ársins songkvinna.
- 2006 - Ársins dandki Folk Vokalistur
- Planet Awards 2012 - Ársins songkvinna
- Planet Awards 2012 - Ársins einstaklingur
- Planet Awards 2012 - Ársins útgáva Room
- 2013 Tilnevnd til Tónleikavirðisløn norðurlandaráðsins[3]
- 2013 - Virðisløn frá DJBFA (Danske Jazz, Beat og Folkemusik Autorer), fekk 25.000 kr. og eina lítla standmynd (statuettu)[4]
- 2014 - Vann FMA virðisløn í opna bólkinum - Ársins lag, fyri sangin Lurta nú
- 2014 - Vann FMA virðisløn í opna bólkinum - Ársins fløga, fyri Lítla Skrímsl
- 2015 - Vann FMA virðisløn fyri Ársins sjónbandalag fyri Rain, ið Eivør syngur. Heiðrik á Heygum hevur leikstjórnað.
- 2017 - Vann FMA virðisløn í opna bólkinum - Ársins sangari/einleikari[5]
- 2017 - Vann FMA virðisløn í opna bólkinum - Ársins útgáva/konsert
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Planet.fo Archived 2013-01-01 at the Wayback Machine Eivør er eisini ársins einstaklingur
- ↑ Aktuelt.fo Archived 2013-10-03 at the Wayback Machine Eivør instillað til Tónleikavirðisløn Norðurlandarásins
- ↑ Aktuelt.fo Archived 2013-10-03 at the Wayback Machine Eivør instillað til Tónleikavirðisløn Norðurlandarásins
- ↑ In.fo, Eivør fingið DJBFA heiðursløn[deyð leinkja]
- ↑ Egholm, Sverri (11. mars 2017). "Yvirlit: Hesi vunnu FMA 2017". Portal.fo. http://portal.fo/yvirlit+hesi+vunnu+fma+2017.html. Heintað 12. marts 2017.
- Planet.fo Archived 2012-05-30 at Archive.today