Mannabarn
Mannabarn / Human Child | |
---|---|
Sjangra: | Fólkatónleikur |
Longd: | 50 min. og 13 sek. |
Lag: | Eivør Pálsdóttir |
Tekstur: | Martin Joensen |
Útgávuár: | 2007 |
Netsíða: | www.eivor.com |
Mannabarn ella Human Child er fløga hjá Eivør Pálsdóttir. Fløgan er úkomin á bæði føroyskum og enskum, og eitur "Mannabarn" ella "Human Child" á enskum. Fløgan kom út 18. juli 2007. 10 løg eru á fløguni.
Fløgan er nakað annarleiðis enn hinar fløgurnar Eivør Pálsdóttir hevur útgivið. Eivør hevur innspælt fløguna í Dublin saman við írskum fólkatónleikarum, tað hoyrist væl aftur í tónleikinum, sum er sera inspireraður av írskum fólkatónleiki. Eivør hevur sjálv skriva meginpartin av sangtekstunum á fløguni, hon segði í samrøðu við Planet.fo, at longsulin heim til Føroyar hevur givið henni stóran íblástur til tekstir.
Løg á fløguni
[rætta | rætta wikitekst]Eivør hevur lagt serliga nógva orku í tekstirnir, har hon hevur skrivað átta av løgunum sjálv. Hesir sangir eru við á fløguni:
- Mannabarn
- Myrkursins náði
- Grát ei
- Mother Teresa
- Livandi trø
- Tú ert alt
- Lurta
- Dansins harri
- Flykrur í vindi
- Elisabet og Elinborg
Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- almenn heimasíða.
- LyricWiki - tekstir.
- Sangtekstir.com Archived 2016-05-03 at the Wayback Machine.