Súsanna Tórgarð

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Súsanna Tórgarð (fødd 12. mars 1959) er ein føroysk sjónleikarinna, leikstjóri, leikrithøvundur, týðari og lærari. Hon hevur lisið til lærara og varð liðug við útbúgvingina í 1986. Síðan hevur hon nomið sær útbúgving innan sjónleik, í 1990 varð hon liðug við 2 ára sjónleikaraútbúgving á Tidens Teater í Århus. Hon hevur eisini tikið 3 ára útbúgving sum lærari í F.M.Alexandertøkni frá Alexanderskolen í Keypmannahavn frá 2001 til 2004.[1] Hon hevur starvast sum yrkisleikari innan sjónleik síðan 1990. Hon hevur spælt nógvar sjónleikir á palli í Føroyum, og harumframt hevur hon eisini ritstjórnað fleiri leikir, skrivað leikir og umsett leikir til føroyskt. Hon hevur eisini lagt føroyska rødd til barnafilmar, sum hava verið vístir í Kringvarpi Føroya. Hon hevur eisini undirvíst á ymiskum skeiðum í drama, rødd og teksti og skrivað tekstir og yrkt sangir til fleiri Kabarettir. Hon hevur eisini framført skemt saman við øðrum, t.d. til jólaborðhald á Hotel Føroyum í 2009, har hon og systirin Ria Tórgarð framførdu skemt saman við brøðrunum Rasmus og Magnus Magnussen,[2] og í 2014 undirheildu tey trý systkini Súsanna, Riu og Hans Tórgarð. Súsanna er dóttir Axel Tórgarð, abbadóttir H.C.W. Tórgarð.[3]

Sjónleikari á palli[rætta | rætta wikitekst]

  • NordOst - Torsten Buchsteiner, Tjóðpallurin, 2008
  • Náttarherbergið - Maxim Gorkij, Tjóðpallurin, 2007
  • Café Grugg - Tjóðpallurin, 2007
  • Limbo - Margareta Garpes, Tjóðpallurin, 2006
  • Móðir sjeystjørna - William Heinesen/ Egi Dam, Gríma, 2000
  • Várkabarett - Gríma, 1999
  • Rumbul í Húsi - Gríma, 1998
  • Dreymur Jóansøkunátt - William Shakespeare, Gríma, 1998
  • Oliver Twist - Charles Dickens, Gríma, 1997
  • Á Krabbasvalanum - Marianne Goldman, Gríma, 1997
  • Húsið hjá Bernardu Alba - Lorca, Gríma, 1995
  • Góða Jelena - Ludmila Razumoskaja, Gríma, 1994
  • Royndin - Egi Dam, variatiónir yvir Nólsoyar Páll - Gríma, 1993
  • Glataðu spælimennirnir - Eyðun Johannessen/J. Ljunggren, Gríma, 1993
  • Ferðin til heimsins enda - Olga G. Árnadóttir Gríma, 1992
  • Sjeynda boð: Stjal eitt sindur minni - Dario Fo, Gríma, 1991
  • Kraddarin - Súsanna Tórgarð/Birita Mohr, Gríma, 1990

Leikrit/leikstjórn o.a.[rætta | rætta wikitekst]

  • Myrkursins børn 2013[4]
  • Føroyingasøga, 2012, framført av Riu Tórgarð, tónleikur: Edvard Nyholm Debess[5]
  • Kraddarin 2010 - sett upp við næmingum á Fø. Pædagogskúla
  • Ólavsøkukabarettin 2008 - Sjónleikarhúsið í Havn
  • Føroysk Mentannarkvøld í Sjónleikarhúsinum í Havn - 2006, 2007, 2008.
  • Gátuføra Gívurin - Gríma 2001
  • Hurlivasi á Meiarínum - Gríma 2000
  • Vitavørðurin - Gríma 1999
  • Grumma Grimhild - Gríma 1997
  • Café Grugg - Gríma 1995
  • Snati - Gríma 1996
  • Hurlivasi í Lítluvík - Gríma 1992
  • Øll í Verkfall - Sjónleikarafelagið á Oyrabakka 1991

Skriva leikrit[rætta | rætta wikitekst]

Týðingar[rætta | rætta wikitekst]

  • "Konan sum skrivaði brøv" úr "Talking Heads" eftir Alan Benett
  • Sangir til "Ronju Ránsmannsdóttir", sangleikur eftir Sebastian[6]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "listaskulin.fo - Súsanna Torgarð, sjónleikari". http://listaskulin.info/susanna-torgard-sjonleikari/. Heintað 2016-02-22. 
  2. hotelforoyar.fo - Jólafestivalur[deyð leinkja]
  3. bokhandil.fo - Axel Tórgarð
  4. Tjodpallur.fo Archived 2014-01-11 at the Wayback Machine MYRKURSINS BØRN
  5. Sudurras.fo - Føroyingasøga í Stóra Pakkhúsi mánakvøldið (dagført)
  6. Tjodpallur.fo[deyð leinkja]

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]