Harkaliðið
Appearance
Harkaliðið var ein føroyskur fólkatónleikabólkur. Bólkurin hevur m.a. endurnýggjað føroysk kvæðir og harvið gjørt tey meira kend millum fólk sum annars ikki hava havt áhuga í kvæðunum. Í fyrstuni vóru limirnir í bólkinum hesir: Annika Hoydal, Jógvan Telling Joensen, Kári Mouritsen, Jógvan Dahl, umframt Jaspur Petersen (bert á fyrstu útgávuni).
Spældu á saltsilokonsertini á Drelnesi í mai 2010
[rætta | rætta wikitekst]Harkaliðið spældi á stuðulskonsertini, sum var í Saltsiloini á Drelnesi 15. mai 2010. Tey vóru sera væl móttikin, fólk sungu við til kendu sangirnar. Tey sum vóru við í Harkaliðnum á Saltsilokonsertini vóru: Annika Hoydal, Jógvan Dahl, Kaj Johannesen og Eyðun Mohr Hansen.
Útgávur
[rætta | rætta wikitekst]- 1969 Úr kabarettini EP.
- 1970 Úr kabarettini EP.
- 1971 Í dans/eitt kvøldið so síðla S.
- 1971 Harkaliðið LP/MC 1990/CD 2001.
- 1973 Vind op, vind op i rå/Herr Sinklar S.
- 1989 For Sale CD/MC.
- 1990 Mjólkavegurin MC.
- 1991 Nýtt og grovt gamalt MC/CD 2004 + 1 skering.
Ávisingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Jógvan Dahl, guitaristur og lærari, farin foldum frá, in.fo, 09.01.2023