Eyðun Johannessen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Eyðun Johannessen (føddur 28. apríl 1938 í Havn, deyður 3. september 2023 í Keypmannahavn) var føroyskur sjónleikari og leikstjóri.

Eyðun ferðaðist runt við Arto í Føroyum í 1957. Hann lærdi til sjónleikara 1958-60 á Kongaliga Teatrinum í Keypmannahavn og á Odense Teaters Elevskole, umframt at hann var lestrarferðir í Warszawa, Berlin og London. Í 1960'árunum stríddist hann fyri at betra um viðurskiftini hjá sjónleiki og sjónleikarum í Føroyum, hann var leiðari fyri Sjónleikarhúsið í Havn og stríddist fyri at seta á stovn ein tjóðpall í Føroyum. Í 1970 gjørdist hann leikstjóri, sjónleikari og lærari í drama á sjónleikaraskúlanum í Århus Teater.[1] Hann stovnaði Føroya fyrsta yrkissjónleikarahóp Grímu í 1977, eftir at hann hevði verið virkin yrkissjónleikari, leikstjóri og dramalærari í sjónleikarhúsinum í Århus, Århus Teater, í fleiri ár. Hann var rektari á sjónleikaraskúlanum í Århus 1979-86. Árini 2000 til 2004 búði hann aftur í Føroyum, har hann stjórnaði Grímu.[2] Eyðun Johannesen hevur mest verið virkin á palli í sjónleikarhúsum, men hann hevur eisini roynt seg sum filmsleikara í eitt nú donsku sjónvarpsrøðini Rejseholdet 1983-85.

Børn hansara Annika Johannessen og Olaf Johannessen eru eisini sjónleikarar.

Heiður og virðislønir[rætta | rætta wikitekst]

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Keldutilfar[rætta | rætta wikitekst]

  1. DanskeFilm.dk
  2. DenStoreDanske.dk
  • 2005 - Kraks Blå Bog 2005/06, s. 558