Grunnur Thorvalds Poulsen av Steinum

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Grunnur Thorvalds Poulsen av Steinum er ein føroyskur grunnur, sum letur gávugóðs (stuðul) til føroyskt listafólk. Latið verður úr grunninum 8. februar, føðingardag Thorvalds. Nevndin ger sjálv av, hvør skal fáa stuðul úr grunninum, tað verður ikki latið eftir umsókn. Fyrstu ferð stuðul varð latin var í 2001.

Endamál[rætta | rætta wikitekst]

Endamálið hjá Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum er at stuðla og eggja ungum fólki við listarligum hegni til útbúgving. Stovnsfæ grunnsins er arvur eftir Thorvald Poulsen á Steinum sambært testamentinum hjá honum.

Nevndin[rætta | rætta wikitekst]

Ein trímannanevnd mannað við rektaranum á Fróðskaparsetrinum, formanninum í Føroya Lærarafelag og formanninum í Lista Fólka Sambandi Føroya, LISA stjórnar grunninum. Rektarin á Fróðskaparsetrinum er nevndarformaður. Í løtuni er nevndin henda: Sigurð í Jákupsstovu, rektari, Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag og Ólavur Jakobsen, formaður í LISA.

Gávugóðs úr grunninum[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Vp.fo Janus á Húsagarði og Bárður Reinert Poulsen fáa gávugóðs
  2. Setur.fo, Anton Petersen fær gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum 2012[deyð leinkja]
  3. Setur.fo, Grunnur Thorvalds Poulsen av Steinum[deyð leinkja]

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]