Edward Fuglø
Edward Fuglø varð føddur í Klaksvík 1965 og vaks upp har. Hann er útbúgvin á donskum listaskúla í 1991 og hevur arbeitt við pallseting í sjónleikarhúsum, sjónvarpi og filmum sum Bye Bye Bluebird (í 1999), har hann umframt pallseting eisini gjørdi búnar. Edward, sum eisini hevur teknað til bøkur og frímerki, fekk í 1995 Barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs og í 2001 Norðurlendsku barnabókavirðislønina. Sama árið sniðgav hann ferðandi framsýningina Hunters of the North.
Edward er samstundis listamálari, sum leggur dent á súmbolskar myndir, ið reisa spurningar um lív og tilveru. Edward er virkin í bókahandlinum Leikalund, sum eisini er mentapallur í Klaksvík.
Í 2008 varð hann tilnevndur Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins fyri bókina Apollonia.
Í november 2013 læt Norðuratlantshúsið í Odense upp. Klaksvíkar kommuna læt eina listagávu til Norðuratlantshúsið, kommuna hevði heitt á Edward Fuglø um at prýða ein vegg í húsinum. Hann prýddi endaveggin í felagshølunum á fyrstu hædd, har ráðstevnir, fundir og onnur tiltøk koma at vera.[1]
Í november 2013 myndprýddi hann Kærleikskúluna.[2]
Útgávur[rætta | rætta wikitekst]
Bøkur sum Edvard hevur skrivað og myndprýtt[rætta | rætta wikitekst]
- 2009 - Janus er ein stjørna. Bókadeildin gav út. 32 síður.
- 2011 - Vampýrella. Bókadeildin gav út. 32 síður.
- 2011 - Janus er ein stjørna. CD við bóklingi, Klassiskur tónleikur, sum Páll Sólstein hevur komponerað. Aldubáran framførir. Jensina Olsen fortelur søguna. Tutl gav út.[3]
- 2012 - Poetikus. Bókadeildin gav út. 32 síður.
- 2014 - Simmsalabimm. Bókadeildin gav út. 32 síður.
Bøkur sum Edvard hevur myndprýtt og/ella gjørt kápumyndina[rætta | rætta wikitekst]
- 1995 - Mangt er millum himmal og jørð. Eftir Erling Poulsen & Torkil Beder. Edvard hevur gjørt kápumyndina í litum og myndprýtt inni í bókini í svørtum/hvítum. Bókadeildin. 168 síður.[4]
- 1999 - Villini súrgdjór í Útnorðri eftir Dorete Bloch. Edvard hevur myndprýtt bókina, bæði kápumynd og innan. Nám. Mál: føroyskt. 216 síður.
- 2007 - Kópakonan. Føroysk søgn skrivað niður av V.U. Hammershaimb, 1891. Edvard hevur myndprýtt bæði kápumynd og inni í bókini. Posta, Frímerkjadeildin. Mál: Føroyskt, danskt, enskt, týskt og franskt. Ensk versjón: Anker Eli Petersen. Týsk versjón: Birgit Ernstsdóttir Remmel. 26 síður.
- 2008 - Hin heimurin 1 - Petur Jacob Sigvardsen. (Edvard hevur myndprýtt kápumyndina í litum og inni í bókini í svørtum/hvítum. Búgvin. Føroyskt mál. 250 síður.
- 2009 - Hin heimurin 2 - Petur Jacob Sigvardsen. (Edvard hevur myndprýtt kápumyndina í litum og inni í bókini í svørtum/hvítum. Búgvin. Føroyskt mál. 254 síður.
- 2009 - Revapassarin Og aðrar søgur - Agnar Artúvertin. (Edvard hevur myndprýtt kápumyndina). Gwendalyn. Føroyskt mál. 254 síður.
- 2011 - Vogue Knitting - Knitopedia – The Ultimate A to Z For Knitters (Edvard eigur eina tekning). Sixth&Spring Books, New York. Enskt mál. 240 síður.
- 2014 - Møde i mol eftir Lisbeth Nebelong, Hovedland gav út. Danskt mál. 216 síður.
Framsýningar[rætta | rætta wikitekst]
- Birkerød (1985)
- Smiðjan í Lítluvík (1990)
- Norðurlandahúsið í Havn (1993)
- Býráðshúsið í Klaksvík (1998)
- Norðurlandahúsið í Havn (1999)
- Norðurlandahúsið í Reykjavík (2000)
- Listasavnið, Tórshavn (2000),
- Steningeslott Kulturcenter (2001).
Heiður[rætta | rætta wikitekst]
- 1995 - Barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs
- 2001 - Fekk Norðurlendsku barnabókavirðislønina[5]
- 2008 - tilnevndur Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins fyri bókina Apollonia
- 2014 - Heiðraður við Listavirðisløn Nólsoyar Páls sum er latin av Klaksvíkar býráð og og vinnulívinum í Klaksvík (75.000 krónur)[6]
Keldur[rætta | rætta wikitekst]
- ↑ Aktuelt.fo, Edward Fuglø lýsir norðurlendska sambandið
- ↑ Dugni.fo, Kærleikskúlan 2013 - eitt listarligt jólaprýði
- ↑ edwardfuglo.com - Writer and Illustrator
- ↑ edwardfuglo.com - Illustrator
- ↑ Bfl.fo
- ↑ in.fo - Vit eru errin av tær, Edward! - Skrivað hevur Hilmar Jan Hansen, 1. januar 2015