Jump to content

Bye Bye Bluebird

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Land Føroyar
Mál føroyskt, danskt,
enskt, franskt
Sjangra Roadmovie
Leikstjórn Katrin Ottarsdóttir
Framleiðari Annette Nørregaard-Jensen
Leikrit Katrin Ottarsdóttir
Tónleikur Hilmar Örn Hilmarsson
Spælitíð 97 min
Útgávuár 1999

Bye Bye Bluebird er ein føroyskur filmur eftir Katrini Ottarsdóttur úr 1999. Høvuðsleikarar í filminum eru Sigri M. Gaïni, Hildigunn Eyðfinnsdóttir og Johan Dalsgaard. Filmurin er framleiddur í Føroyum.

Filmurin er ein "roadmovie", ið fylgir tær báðar Rannvá og Barbara, tá tær venda heim til Føroyar, eftir at hava búð uttanlands í fleiri ár. Bye Bye Bluebird vann fimm heiðurslønir, m.a. Prize of the Ecumenical Jury – Special Mention á Mannheim - Heidelberg International Filmfestival og Audience Award á Rotterdam International Film Festival.

Einasti útbúni føroyski filmsleikstjórin tá – Katrin Ottarsdóttir var klár við Bye Bye Bluebird í 1999. Bye Bye Bluebird er seinasti heili spælifilmur, ið er framleiddur í Føroyum.

Søgugongd

[rætta | rætta wikitekst]

Tær báðar ungu vinkonurnar, Rannvá (Hildigunn Eyðfinsdóttir) og Barba (Sigri Mitra Gaïni), venda aftur til Føroya eftir fleiri ár í útlondum.

Virðirslønir

[rætta | rætta wikitekst]

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]