Rotterdam
Appearance
| Rotterdam | |
|---|---|
| Flagg | Skjaldarmerki |
| Grunddáta | |
| Land: | |
| Landslutur: | Zuid-Holland |
| Vídd: | 319,35 km² |
| Íbúgvar (2013): | 618 279 |
| fyri km²: | 2 986/km² |
| Tíðarzona: | UTC +1 |
| Heimasíða: | rotterdam.nl |
Rotterdam er ein kommuna, ein havnabýur og næststørsti býur í Niðurlondum.
Rotterdam er landsins størsti havnabýur. Ein djúp á rennir á sjógv 28 km haðani. Saman við Europoort er Rotterdam eisini heimsins størsta havn. Nútíðarhavnin Europoort í Rotterdam kann avgreiða 300 farmaskip í senn. Nógv vara, sum flutt verður inn á meginlandið, verður fyrst uppskipað í Rotterdam og síðan flutt eftir áunum í prámum ella lektarum eystur í Týskland. Á heimvegnum taka teir so aftur týskar varur við sær, sum skulu útskipast í Rotterdam.
Ítróttur
[rætta | rætta wikitekst]Stórir fótbóltfelag í Rotterdam eru Feyenoord, Sparta Rotterdam og SBV Excelsior.

Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Almenna heimasíðan hjá býnum: rotterdam.nl (á niðurlendskum)
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- Upplýsingarnar um Rotterdam eru fingnar til vega frá niðurlendsku og ensku útgávuni av Wikipediu.


