Katrin Ottarsdóttir
Katrin Ottarsdóttir (f. 22. mai 1957 í Tórshavn) er føroyskur leikstjóri, leikrithøvundur, sjónleikari og rithøvundur.
Lívsleið
[rætta | rætta wikitekst]Í 1976 flutti hon til Danmarkar, har hon nam útbúgving á Den Danske Filmskole. Í 1982 var hon fyrsti føroyingur, sum hevði lokið útbúgving frá Danska Filmskúlanum, hon gekk í sama flokki sum Lars von Trier.[1] Við sínum 11 filmum fyllir hon nógv í føroyskari filmssøgu. Í 1989 kom fyrsti spælifilmur hennara, sum eisini var fyrsti spælifilmur, sum var gjørdur av føroyskum leikstjóra, gjørdur í Føroyum og har tosað var føroyskt. Aðrir filmar hava verið upptiknir í Føroyum áður, men av útlendskum filmleikstjórum. Filmurin vann 1. virðisløn á týska filmfestivalinum Nordische Filmtage í Lübeck. Sama prísin vann hon eisini fyri filmin Bye Bye Blue Bird, sum var ein road-movie á 85 minuttir. Hin 11. september 2014 varð filmur hennara Ludo frumsýndur í Norðurlandahúsinum. Filmurin er upptikin heima á Sandi og snýr seg um eina 11-ára gentu, sum er fangað millum myrku, deprimeraðu sálina hjá mammuni og passivitetin hjá pápanum. Dóttir hennara, Hildigunn Eyðfinnsdóttir spælir leiktlutin sum mamman. Filmurin er sjálvbiografiskur.
Í 2011 debuteraði hon sum skald, fyrst tá hon gav út nakrar yrkingar í tíðarritinum Vencili nummar 9 í juni 2011,[2] og síðan tá hon gav út sítt fyrsta yrkingasavn á Mentunargrunni Studentafelagsins í 2012.[3] Yrkingasavnið hevur heitið Eru koparrør í himmiríki? Í 2013 fekk hon Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri hetta yrkingasavnið. Í 2015 útgav hon yrkingasavnið Messa fyri einum filmi. Árið eftir útgav hon sítt fyrsta stuttsøgusavn, tað hevur heiti Aftanáðrenn, tað er eisini útgivið í danskari týðing. Í 2018 útgav Forlagið Torgard 43 bagatellir, ið er stuttprosa. Bókin er eisini útgivin á donskum og íslendskum. Í 2020 útgav Sprotin fyrstu skaldsøgu hennara, skaldsøgan hevur heiti Gentan í verðini.
Í 2014 fekk Katrin Sømdargávu landsins, ið er 20.000 krónur árliga restina av lívinum. Í 2018 fekk hon trý-ára listafólkaløn frá Mentanargrunni Landsins.[4]
Filmar
[rætta | rætta wikitekst]- 2014 - Ludo [5]. Spælifilmur. 71 min.[6] Frumsýndur í Norðurlandahúsinum 11. september 2014.
- 2011 - Lejlighedsminder. Filmsinstallatión. 5 × 6-8 min.
- 2011 - Budam: Last Song. Videolag. 5 min.
- 2009 - Sporini vaksa úr orðum. Eitt portrett av rithøvundinum Jóanesi Nielsen. 75 min.
- 2008 - Ein regla um dagin má vera nokk!. Eitt portrett av yrkjaranum, myndlistamanninum og tónleikaranum Tóroddi Poulsen. 58 min.
- 2008 - Eingin kann gera tað perfekta. Eitt portrett av myndahøggaranum Hans Paula Olsen. 85 min.
- 2003 - Regin smiður. Dansifilmur. 5 min.
- 1999 - Bye Bye Blue Bird. Spælifilmur (road-movie). 85 min.
- 1995 - Maðurin ið slapp at fara. Stuttfilmur. 58 min. Í 2011 bar eisini til at síggja filmin á internetinum við enskum undirteksti.[7]
- 1991 - Hannis (partur av Ævintýr av Norðurleiðum). Barnafilmur. 30 min.
- 1989 - Atlantic Rhapsody - 52 scener fra Tórshavn. Spælifilmur. 74 min. [8]
Bókaútgávur
[rætta | rætta wikitekst]- 2020 - Gentan í verðini. Skaldsøga. Sprotin. 248 síður.[9]
- 2018 - 43 bagatellir. Stuttprosa. Forlaget Torgard.
- 2018 - 43 bagateller. Kortprosa. Forlaget Torgard.
- 2020 - 43 smámunir. Örsögur. Aðalsteinn Ásberg Sigurðsson íslenskaði. Dimma.
- 2016 - Aftanáðrenn. Stuttsøgur. Sprotin.[10] 184 síður. ISBN 978-99972-1-214-6
- 2017 - I Afrika er der mange søde børn Archived 2018-02-27 at the Wayback Machine. Forlaget Torgard, 2017.
- 2015 - Messa fyri einum filmi. Yrkingasavn. Mentunargrunnur Studentafelagsins.
- 2012 - Eru koparrør í himmiríki. Yrkingasavn, 51 síður. Mentunargrunnur Studentafelagsins.[11]
- 2016 - Findes der kobberrør i himlen Archived 2018-02-27 at the Wayback Machine. Forlaget Torgard, 2016.
- 2020 - Are there Copper Pipes in Heaven. Týtt hevur Matthew Landrum. Operating System, New York, NY.
Heiður
[rætta | rætta wikitekst]- 2018 - 3-ára listafólkaløn frá Mentamálaráðnum.
- 2014 - Sømdargávu Landins (árlig sømdargáva)
- 2013 - Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkingasavnið Eru koparrør í himmiríki
- 2007 - Fekk 3 ára starvsløn frá Mentanargrunni Landsins, sum hon brúkti til at gera eina trilogi av filmsportrettum yvir tríggjar føroyskar listarmenn: Um myndahøggaran Hans Paula Olsen (2008), um skaldið og listamannin Tórodd Poulsen (2008) og um rithøvundan og skaldið Jóanes Nielsen (2009).
- 2000 - Vann Tiger Award á altjóða filmfestivalinum í Rotterdam. Dóttir Katrina, Hildigunn Eyðfinnsdóttir (fødd 1975) spælir høvuðsleiklutin í filminum.
- 2000 - Vann Áskoðaravirðislønina og Virðislønina hjá ungdómsdómsnevndini á fronsku filmsstevnuni Festival du film nordique í Rouen.
- 2000 - Fekk Heiðurliga umtalu frá Økumenisku Dómsnevndini á altjóða filmsstevnuni í Mannheim-Heidelberg í Týsklandi.
- 1999 - Vann 1. virðisløn fyri filmin Bye bye bluebird á týska filmfestivalinum Nordische Filmtage í Lübeck.
- 1989 - Vann 1. virðisløn fyri filmin Atlantic Rhapsody á týska filmfestivalinum Nordische Filmtage í Lübeck.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "in.fo, Samrøða: At koma heim til sín sjálvs". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-09-24. https://web.archive.org/web/20150924043856/http://www.in.fo/news-detail/news/samroeda-at-koma-heim-til-sin-sjalvs/. Heintað 2014-05-17.
- ↑ Vencil.wordpress.com Fremmandu orðini avdúka aldri alt
- ↑ Hnj.fo Archived 2013-09-22 at the Wayback Machine Eru koparrør í himmiríki
- ↑ Nolsø, Sólvit Emilsson (16. oktober 2018). "Trý listafólk fingu listafólkaløn". Kringvarp Føroya. https://kvf.fo/greinar/2018/10/16/try-listafolk-fingid-listafolkalon. Heintað 7. februar 2021.
- ↑ Ludo
- ↑ Um filmin Ludo á Facebook
- ↑ Aktuelt.fo, Føroyskur filmur á netinum[deyð leinkja]
- ↑ Akas.imdb.com Archived 2013-09-29 at the Wayback Machine (The Internet Movie Database) Katrin Ottarsdottir
- ↑ "Gentan í verðini". Sprotin. https://sprotin.fo/products/979/gentan-i-verdini?_l=fo. Heintað 7. februar 2021.
- ↑ "Aftanáðrenn (pappírsbók) - Katrin Ottarsdóttir". Sprotin. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-09-10. https://web.archive.org/web/20160910044302/http://sprotin.fo/?p=products&_sp=product&_ProductFilterIds=&_ProductId=743. Heintað 24. september 2016.
- ↑ "Hnj.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-09-22. https://web.archive.org/web/20130922055336/http://www.hnj.fo/include/main.asp?sida=..%2FLink%2Fviewbog2&ID=2619. Heintað 2013-03-01.
Slóðir úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Heimasíðan Bluebirdfilm.dk Archived 2010-03-03 at the Wayback Machine
- Blue Bird Film hjá Katrin Ottarsdóttir á Facebook
- Rithøvundaheimasíða hjá Katrini Ottarsdóttir