Atlantic Rhapsody - 52 scener fra Tórshavn
Appearance
Atlantic Rhapsody er heimsins fyrsti føroyskt framleiddi spælifilmur, ein sonevndur no-budget filmur og kostaði bert 1,7 milliónir at gera. Úti við 200 leikarar og onnur arbeiddu ólønt til tess at filmurin kundi gerast veruleiki. Tað er Katrin Ottarsdóttir, sum hevur leikstjórnað filmin og skrivað leikhandritið, Blue Bird Film framleiddi filmin.[1] Filmurin varð frumframsýndur í 1989 og útgivin í 1990. Tá filmurin var sýndur í Leikhús Bio, sló hann øll áskoðaramet og yvirhálaði bæði Rambo og Karen Blixen-filmin "Out of Africa". Tey leikandi vóru: Páll Danielsen, Erling Eysturoy, Elin K. Mouritsen og Katrin Ottarsdóttir. Tónleikin gjørdi Heðin Meitil. Filmurin varar í 75 minuttir.
Heiður
[rætta | rætta wikitekst]- 1989 - 1. heiðursløn á Nordische Filmtage í Lübeck.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Bluebirdfilm.dk". http://www.bluebirdfilm.dk/rhapsody.html. Heintað 2011-12-30.