Torkil Beder
Petur Torkil Beder livdi frá 27. februar 1924 til 19. oktobur 2007. Torkil var prestur í Norðuroya eystara prestagjaldi (1954), til hann gjørdist prestur í Fuglafjarðar prestagjaldi (1956), og sat í embætinum til 1989, tá hann fór frá vegna sjúku.
Umframt at verða prestur, undirvísti Torkil eisini í Latíni á Miðnámsskúlanum á Kambsdali, var aktivur limur í skúlaráðnum í Fuglafjarðar Skúla í 30 ár, og nevndarlimur í Ítróttarfelagi Fuglafjarðar í árunum 1978 - 1979[1]. Eisini hevur Torkil Beder verið í útgevandi nevnd fyri Kirkjublaðið[2], útgivið stuttsøgur í Mín jólabók[3], umframt at hava týtt nakrar av sálmunum í Sálmabók Føroya kirkju[4].
Torkil Beder hevur givið út bókina Mangt er millum himmal og jørð[3], saman við systkinnabarninum Erling Poulsen. Bókin snúði seg um pátrúgv, og var ein antologi av ymiskum frásagnum, sum teir savnaðu inn saman í árunum frammanundan útgávuna. Bókin varð prýdd við tekningum eftir Edward Fuglø listamálara. Seinni kom eisini bókin Meiri er millum himmal og jørð, sum varð útgivin av Erling Poulsen, við hjálp frá Torkili[3].
Útgávur
[rætta | rætta wikitekst]- 1961 - Gleðihátíðin mikla, Mín jólabók, Bókadeild Føroya Lærarafelags
- 1988 - Oyndafjarðar kirkja 1838 - 1988, Meinigheitsráðið
- 1990 - Gleðin, hon er fødd í dag, Mín jólabók, Bókadeild Føroya Lærarafelags
- 1991 - Og ljósið skínur í myrkrinum, Mín jólabók, Bókadeild Føroya Lærarafelags
- 1994 - Orðið er hold, Mín jólabók, Bókadeild Føroya Lærarafelags
- 1995 - Gleðilig jól, Mín jólabók, Bókadeild Føroya Lærarafelags
- Í oyðimørk burtur av slóðaum vegi. Evangeliskt sangsavn[5]
Útgávur saman við øðrum
[rætta | rætta wikitekst]- 1995 - Mangt er millum himmal og jørð, Bókadeild Føroya Lærarafelags (1995)
- 2000 - Meiri er millum himmal og jørð, Bókadeild Føroya Lærarafelags (2000)
Týðingar
[rætta | rætta wikitekst]- Í deyðans bondum Jesus lá. Sálmabók Føroya kirkju, sálmur 208 (M. Luther, 1524)
- Vár trúgv várt fasta álit er. Sálmabók Føroya kirkju, sálmur 478 (J.H. Schrader, 1731)
- Við nái í Guðs hjarta. Sálmabók Føroya kirkju, sálmur 502 (C.O. Rosenius, 1844)
- Statt upp, mín sál, á morgni fró. Sálmabók Føroya kirkju, sálmur 209 (W.A. Wexels, 1858)
- Guðs kirkjulið er heimsins størsta undur. Sálmabók Føroya kirkju, sálmur 248 (R. Fangen, 1942)
- O, Harri, hvønn skulu vit fara til?. Sálmabók Føroya kirkju, sálmur 476 (H.A. Tandberg, 1977)
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Gamlar nevndir". Ítróttarfelag Fuglafjarðar. https://if.fo/gamlar-nevndir/. Heintað 30-09-2020.
- ↑ Fon, Sverri (1964). Føroyskur bókalisti 1960 - 1964. Føroya Landsbókasavn, Tórshavn.
- ↑ 3.0 3.1 3.2 "Rithøvundar". Bókadeild Føroya Lærarafelags. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2020-06-05. https://web.archive.org/web/20200605060553/http://www.bfl.fo/rithoevundar/foeroyar?GroupID=GROUP248.
- ↑ "Sálmabók Føroya kirkju". Føroyska Fólkakirkjan. 2000. http://salmabokin.kirkjan.fo/Webinfo/salmabok/salmar.htm. Heintað 17-09-2020.
- ↑ Hammer, Kajfinn (2013). "Í oyðimørk burtur av slóðaðum vegi". Evangeliskt sangsavn. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2020-10-25. https://web.archive.org/web/20201025191110/https://sites.google.com/site/kajfinnhammer/i-1/i-oydimoerk-burtur-av-slodhadum-vegi. Heintað 30-09-2020.