Meiri er millum himmal og jørð

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Meiri er millum himmal og jørð (2000) er ein antologi av innsavnaðum søgum um yvirnáttúruligar hendingar og pátrúgv í Føroyum.

Bókin er skrivað av Erling Poulsen, og er ein eftirfylgjari av bókini Mangt er millum himmal og jørð, sum varð skrivað av systkinnabørnunum Erling Poulsen og Torkil Beder[1].

Søgurnar í bókini eru yvirnáttúruligar frásagnir frá fólki, sum hava sagt frá upplivdum hendingum, og aðrar frásagnir, sum hesi kenna frá øðrum. Tí kunnu hesar flokkast sum munnborin skaldskapur, eins og ævintýr og sagnir. Eftir at fyrra bókin varð útgivin, vendu fólk sær til rithøvundarnar við frásagnum, sum vóru savnaðar, og sum fylla stóran part av bókini.

Bókin er prýdd av listamálara Edward Fuglø, er skipað av Onnu M. Brimnes, er útgivin av Bókadeild Føroya Lærarafelags, og telur 206 blaðsíður[2].

Keldulisti[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Rithøvundar". Bókadeild Føroya Lærarafelags. http://www.bfl.fo/rithoevundar/foeroyar?GroupID=GROUP248. Heintað 12-04-2021. 
  2. "Meiri er millum himmal og jørð". Bibliotek.dk. https://bibliotek.dk/da/work/911116-katalog%3A125862276. Heintað 12-04-2021.