Erling Poulsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Thomas Erling Poulsen (føddur 20. juni 1924 í Vági, deyður 22. november 2006) var føroyskur lærari og rithøvundur.[1]

Erling Poulsen var útbúgvin lærari sum tók fyrra part av próvnum á Jonstrup Seminarium á sumri 1951 og annan part á Føroya Læraraskúla 1952. Hann varð fyrst vikarur í Vági og síðani lærari á sama staði í 36 ár til á sumri 1988. Hann gavst sum lærari av heilsubrekum og flutti til Havnar. [2]

Sum rithøvundur gav hann fleiri bøkur út.[2] Millum hesar er bókin Mangt er millum himmal og jørð, sum hann útgav saman við systkinnabarninum Torkil Beder, og bókin Meiri er millum himmal og jørð, sum útkom nøkur ár eftir.[3]

Útgávur (úrval)[rætta | rætta wikitekst]

  • 1991 - Víkarbyrgi
  • 1991 - Grind og bátar í Vági [2]
  • 1992 - Laura, Immanuel og Aldan ganga burtur
  • 1995 - Smyrlarnir í strandfarasigling
  • 1997 - Tjaldrið : fyrsta Tjaldrið hjá Skipafelagnum Føroyum
  • 1998 - Lopra : niðursetubygd og hvalastøð
  • 2000 - Marité
  • 2001 - Bjargingarbrøgd I
  • 2002 - Bjargingarbrøgd II
  • 2004 - Loranstøðin við Eggjarnar[3]

Útgávur saman við øðrum[rætta | rætta wikitekst]

  • 1995 - Mangt er millum himmal og jørð
  • 2000 - Meiri er millum himmal og jørð[1]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. 1.0 1.1 "Rithøvundar". Bókadeild Føroya Lærarafelags. http://www.bfl.fo/rithoevundar/foeroyar?GroupID=GROUP248. 
  2. 2.0 2.1 2.2 "Erling Poulsen". H.N. Jacobsens Bókahandil. http://www.bokhandil.fo/include/main.php?sida=../Link/viewforfatter2&id=546. Heintað 25. maj 2020. 
  3. 3.0 3.1 Erling Poulsen, býarbókasavnið, bbs.fo