Mangt er millum himmal og jørð

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Mangt er millum himmal og jørð (1995) er ein antologi av innsavnaðum søgum um yvirnáttúruligar hendingar og pátrúgv í Føroyum.

Bókin varð skrivað og útgivin av systkinnabørnunum Erling Poulsen og Torkil Beder, sum teir savnaðu saman undanfarnu árini, og varð útgivin av Bókadeild Føroya Lærarafelags í 1995[1].

Søgurnar í bókini eru yvirnáttúruligar frásagnir frá fólki, sum hava sagt frá upplivdum hendingum, og aðrar frásagnir, sum hesi kenna frá øðrum. Tí kunnu hesar flokkast sum munnborin skaldskapur, eins og ævintýr og sagnir.

Í ár 2000 útgav Erling Poulsen ein eftirfylgjara til bókina, sum kallast Meiri er millum himmal og jørð. Eins og hendan bókin, er eftirfylgjarin eisini eitt savn av frásagnum um pátrúgv og yvirnáttúruligar hendingar.


Í Sosialinum dagfest 25. november 2000, skrivaði rithøvundur Carl Johan Jensen ummæli av bókini. Ummælið hevði heitið "Frá trølsligum dreymum og afturgingnari tíð"[2].


Keldulisti[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Rithøvundar". Bókafelag Føroya Lærarafelags. http://www.bfl.fo/rithoevundar/foeroyar?GroupID=GROUP248. 
  2. Jensen, Carl Johan (2000). Frá trølsligum dreymum og afturgingnari tíð. Sosialurin. Tórshavn.