Jump to content

Mín jólabók

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Mín jólabók er ein barna- ungdóms- og familjubók, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út á hvørjum árið áðrenn jól. Mín jólabók inniheldur nýtt føroyskt tilfar og tilfar sum er umsett úr øðrum málum. Bókadeild Føroya Lærarafelags varð stovnað í 1956, og líka síðan er Mín jólabók komin út einferð um árið. Síðan 2004 hevur Mín jólabók havt harða permu og verið meira litføgur, hon er myndprýdd av ungum føroyskum listafólkum. Tað er fleiri av føroysku rithøvundunum, sum hava givið fyrstu søguna ella yrkingina út í Míni jólabók.

Mín jólabók 2012

[rætta | rætta wikitekst]

Í 2012 eru tað hesi listafólkini, ið myndprýða Mína jólabók: Solveig Hansen, Edward Fuglø, Milja Hanusardóttir, Marjun Reginsdóttir, Allan Korsager Davidsen, Herdis Jakobsen og Jóhanna av Steinum. Bókin er gjørd sum ein jólakalendari, soleiðis at ein søga ella eitt ítriv er til hvønn dagin fram til jólaaftan. Søgurnar eru ellivu í tali. Tey, ið hava skrivað søgurnar eru: Sámal Soll,Tórunn Karina Henriksen, Arnbjørn Ó. Dalsgarð, Sólrún Michelsen, Mina Reinert, Oddfríður Marni Rasmussen, Halldóra Dam, Elsa Bergitta Petersen, Ella Smith Clementsen, Steintór Rasmussen og Armgarð Arge. Harumframt eru nakrar yrkingar eftir Alexanduri Kristiansen.[1]

Mín jólabók 2010

[rætta | rætta wikitekst]

Í 2010 var tað Janus av Húsgarði, ið hevði myndprýtt Mína jólabók. Ritstjórar tað árið vóru Turið Kjølbro og Beinta Johannesen.[2]

  1. BFL.fo Archived 2016-03-05 at the Wayback Machine Mín jólabók 2012
  2. Snar.fo[deyð leinkja] Mín jólabók 2010

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]