Sámal Soll

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Sámal Soll í 2014

Sámal Kristian Soll (føddur 25. juni 1977 sum Sámal Kristian Jacobsen í Tórshavn) er ein føroyskur rithøvundur og fyrrverandi formaður í Rithøvundafelag Føroya. Hann er útbúgvin cand. mag. í enskum og hevur tikið hjánám í føroyskum. Hann er elstur av 7 systkjum, vaks upp við Oyggjarvegin í Havn og flutti við familjuni til Hoyvíkar at búgva í 1984 og fór at ganga í Hoyvíkar skúla. Hann fór á studentaskúlan í Hoydølum, har hann tók prógv í 1997. Síðan fór hann niður til Aalborg at lesa enskt. Hann tók BA-prógv í enskum í 2001 og cand. mag. í enskum í 2004. Í 2007 fekk hann arbeiði í Føroya Banka, og hevur hann eisini undirvíst í enskum í Hoydølum. Tær fyrstu stuttsøgurnar skrivaði hann, meðan hann gekk í Hoydølum. Í 2005 varð søgan "Ver ikki bangin" vald sum onnur vinnarasøgan í stuttsøgukapping, sum Bókadeildin skrivaði út. Árið eftir varð søgan givin út í søgusavni á 7 málum umframt føroyskum.[1]

Hann hevði tríggjar stuttsøgur við í savninum Russiskur dansur, sum Dimmalætting gav út í 2001 og hevur týtt stuttsøgur úr enskum, eftir m.a Hemingway, sum hava staðið í Skáanum og Varðanum. Hann týðir gátubøkurnar í røðini Detektivstovan hjá Lassa og Maiu, sum Bókadeildin gevur út.

Í 2015 gav hann út stuttsøgusavnið Glasbúrið, ið er eitt savn við 19 stuttsøgum. Forlagið Sprotin gav út.[2] Fýra ár seinni, í 2019, kom næsta stuttsøgusavnið, VIRUS. Forlagið Sprotin gav eisini hetta savnið út.[3]

Í 2023 gjørdist hann ein av ritstjórunum í mentanarritinum Varðanum[4], og sama ár gjørdist hann næst-formaður í Rithøvundafelagi Føroya[5].

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

Bøkur[rætta | rætta wikitekst]

  • 2019 - VIRUS - 13 søgur, Sprotin, 140 síður, ISBN 978-99972-1-358-7
  • 2015 - Glasbúrið - 19 stuttsøgur, Sprotin, 152 síður, ISBN 978-99972-1-159-0

Stuttsøgur í tíðarritum vm.[rætta | rætta wikitekst]

  • 1997 - Gleðisdagur, í: Birting, (stuttsøga)
  • 2001 - Eg og mítt spøkilsi, útgivin í Russiskur dansur, Dimmalætting
  • 2001 - Glasbúrið, í: Russiskur Dansur, Dimmalætting (stuttsøga)
  • 2001 - 10 ára broytingin, útgivin í Russiskur Dansur, Dimmalætting
  • 2006 - Ver ikki bangin í Spøkilsið sum flenti, BFL, 2006 (givin út á 8 málum) (stuttsøga)
  • 2006 - Bókabøðil í Vencili 1 og í enskari týðing í serligum Vencli, sum kom út í sambandi við bókamessuna í Frankfurt í 2012.
  • 2007 - Marrubókin í Vencili 3.
  • 2012 - Ein sonn søga í Vencil 12.
  • 2013 - Glasbúrið, í: Føroyskt miðnám 1, Nám (stuttsøga)
  • 2014 - Ring boð, í: Varðin, (stuttsøga)
  • 2015 - Svart hol, í: Vencil 15, 2015
  • 2017 - Veitst tú hvat í: Vencil 18, 2017
  • 2017 - Ígjøgnum skákrimarnar í: Varðin 84, 2017
  • 2022 - Onkuntíð má man gera okkurt í: Varðanum, nr. 89, 2022
  • 2022 - Soleiðis eri eg bara í: Varðanum, nr. 89, 2022

Barnasøgur[rætta | rætta wikitekst]

  • 2006 - Jólini hjá Hugnamúsini í Míni jólabók (barnasøga)
  • 2008 - Vættrahúsið í Míni jólabók (adventssøga)
  • 2009 - Jólini í nýggju húsunum í Míni jólabók 2009 (adventssøga)
  • 2010 - Tá ið Hvítamús hvarv úr Músadalinum í Míni jólabók 2010
  • 2011 - Føðingardagurin hjá Hugnamúsini í Mín Jólabók 2011
  • 2012 - Hin óargaligi kavamaðurin sum adventssøga í 4 pørtum í Míni jólabók, søgan var eisini lisin upp í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.
  • 2013 - Villamús fer í grind í Míni jólabók 2013
  • 2013 - Spøkilsið í lærarastovuni í Míni jólabók 2013
  • 2017 - Hundalív á jólum, í Mín Jólabók 2017
  • 2019 - Tjóvurin í fimleikahøllini, í Mín jólabók 2019
  • 2022 - Tað ýlandi spøkilsi, í Mín jólabók 2022
  • 2023 - Nonnufrensurin í Viðarlundini, í Mín jólabók 2023

Vísundalig verk[rætta | rætta wikitekst]

  • 2005 - Mythical Realism - The Role of Mythology in Magical Realism: A Case Study of Salman Rushdies The Ground Beneath Her Feet. Working Papers. Department of Languages and Intercultural Studies, Aalborg University

Týðingar[rætta | rætta wikitekst]

Bøkur[rætta | rætta wikitekst]

  • Martin Widmark: Gistingarhúsgátan, BFL, 2006
  • Martin Widmark: Gimsteinagátan, BFL, 2006
  • Martin Widmark: Sirkusgátan, BFL, 2006
  • Ymsir høvundar: Spøkilsið, sum flenti, BFL, 2006
  • Martin Widmark: Kaffistovugátan, BFL, 2007
  • Martin Widmark: Mumiugátan, BFL, 2007
  • Martin Widmark: Biografgátan, BFL, 2007
  • Martin Widmark: Tokgátan, BFL, 2008
  • Martin Widmark: Blaðgátan, BFL, 2008
  • Martin Widmark: Skúlagátan, BFL, 2009[6]
  • Martin Widmark: Gullgátan, BFL, 2010[7]
  • Per Olov Enquist: Loyndarmálið í triðja hellinum, BFL, 2011
  • Emily Bone: Ungar hjá djórum, BFL, 2018

Søgur[rætta | rætta wikitekst]

  • Ernest Hemingway: Indiánaralega, Varðin, 70, 2003
  • Ernest Hemingway: Læknin og kona læknans, Varðin, 70, 2003
  • Ernest Hemingway: Okkurt endar, Varðin, 70, 2003
  • Ernest Hemingway: Stormur í tríggjar dagar, Skái, 2003
  • Kazuo Ishiguro: Ein húskisnátturði, Skái, 2003
  • Frank Moorhouse: Francois og fiskabeinstilburðurin, Skái, 2004
  • Ernest Hemingway: Á keiini í Smyrna, Skái, 2006
  • Ernest Hemingway: Ketta í regni, Skái, 2006
  • Jonathan Lethem: Spreyið, Skái, 2006
  • Stephen King: Maðurin í svørtum klædningi, Varðin, 2013[8][9]
  • Julian Gough: iHolið, Varðin, 2016
  • Julian Gough: Mindecraft endayrking, Varðin, (Yrking), 2016
  • Margaret Atwood: Lukkuligir endar, Vencil 19, 2018
  • Raymond Carver: Niðursjóðing, Varðin, 2022

Heiður[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "rit.fo". http://www.rit.fo/support. Heintað 2013-11-21. 
  2. sprotin.fo - Glasbúrið[deyð leinkja]
  3. "New Short Story Collection". https://www.farlit.fo/home/2019/11/14/new-short-story-collection-1. 
  4. PRESTÁ, Agnar. "Nansý Sunadóttir og Sámal Soll eru nýggj í ritstjórnini í Varðanum". dagur.fo. https://dagur.fo/nansy-sunadottir-og-samal-soll-eru-nyggj-i-ritstjornini-i-vardanum. Heintað 15-05-2023. 
  5. Evensson, Pætur. "Nýggj nevnd í Rithøvundafelag Føroya". in.fo. https://www.in.fo/news-detail/nyggj-nevnd-i-rithoevundafelag-foeroya. Heintað 15-05-2023. 
  6. "Bfl.fo, Lassi og Maia - Skúlagátan". http://www.bfl.fo/Rith%C3%B8vunda-v%C3%ADsing.aspx?ID=1010&ProductID=PROD826. Heintað 2014-02-27. 
  7. "Bfl.fo, Lassi og Maia - Gullgátan". http://www.bfl.fo/Rith%C3%B8vunda-v%C3%ADsing.aspx?ID=1010&ProductID=PROD897. Heintað 2014-02-27. 
  8. "aktuelt.fo, Stephen King á føroyskum fyri fyrstu ferð". http://aktuelt.fo/stephen+king+a+foroyskum+fyri+fyrstu+ferd.html#.UxCU8fl_uT8. Heintað 2014-02-28. 
  9. samalsoll.wordpress.com
  10. "Aktuelt.fo, Sámal Soll nýggjur formaður í Rithøvundafelagnum". http://aktuelt.fo/samal+soll+nyggjur+formadur+i+rithovundafelagnum.html. Heintað 2014-05-19. 

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]