Kærleikskúlan

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Kærleikskúlan er jólaprýði, sum Dugni letur gera til jóla hvørt ár. Tað eru skiftandi føroysk listafólk, sum prýða kúluna, sum verður seld í avmarkaðari nøgd. Súmbolskt verður kúlan ognað onkrum, sum hevur serligan heiður uppibornan fyri arbeiði á handikapppolitiska økinum. Allur ágóði av søluni fer til mennandi virksemi hjá Dugna.

  • 2009 - Tróndur Paturson, listamaður, hevur prýtt kúluna. Handað fyritøkuni Kemilux fyri at sýna sosiala ábyrgd og seta fólk í starv við skerdum førleika.
  • 2010 - Sigrun Gunnarsdóttir, listakvinna, hevur prýtt kúluna. Snorri Brend, blaðmaður, fekk fyrsa eintakið fyri jaligu blaðgreinar sínar um fólk við breki í Sosialinum og fyri at megna at lýst førleikar og styrkir hjá fólki við breki sum eitt tilfeingi í samfelagnum.
  • 2012 - Hansina Iversen, listakvinna, hevur prýtt kúluna, sum varð handað fyritøkuni Munin fyri góðan vilja og ídni at rúma fólki, ið bera brek. Munin er ein virðilig fyrimynd, tí hon vísir, hvussu ein fyritøka á ein góðan og uppbyggjandi hátt kann fáa fólk við arbeiðstarni at geva sína arbeiðsmegi til føroyska samfelagið.
  • 2012 - Zakaris Heinesen, listamaður, hevur prýtt kúluna. Ognað Leilu Solmunde - posthumt - fyri ta lívsjáttandi vón, hon gav øllum, ið bera brek. Leila Solmunde var forkvinna í Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum í 8 ár og sat í stýrinum hjá Dugna í 8 ár, í báðum førum til hon andaðist 10. mars í ár. Mourits Simonsen, maður Leilu, tók móti Kærleikskúluni 2012.[1]
  • 2013 - Edward Fuglø hevur sniðgivið og signerað føroysku Kærleikskúluna 2013, sum hann hevur givið heitið "Men størstur er Kærleikin". Á Kærleikskúluni eru egg, ein kærleikans frukt og í kúluni er ein hvítur fjøður - kanska úr Amor's veingjum. Fyrstu tvey eintøkini av Kærleikskúluni 2013 vórðu handað Brennistøðini á Hjalla og IRF.[2]
  • 2014 - Astrid Andreasen hevur sniðgivið og signerað føroysku Kærleikskúluna 2014, sum hon hevur givið heitið “Móðurkærleiki”. Fyrsta eintaki av Kærleikskúluni 2014 varð handað Anne-Karin Kjeld, forkvinnu í Felagnum fyri lesi- og skriviveik, kærleikskúlan varð handað henni sum takk fyri hennara ótroyttiliga og áhaldandi arbeiði at hjálpa og stuðla teimum, ið hava lesi- og skrivitrupulleikar. Kærleikskúlan 2014 vísir ein lunda við síni pisu.[3]
  • 2015 - Astri Luihn hevur sniðgivið og signerað føroysku Kærleikskúluna 2015. "Vinalag er kærleiki" er heitið á kúluni, sum hevur ein ring av lomvigum sitandi á eini rók, runt um kúluna. Fyrsta eintaki av Kærleikskúluni 2015 varð handað felagnum Smyril Line fyri at vera fyrsta ferðaskrivstovan uttanlands, sum er við í samstarvinum um Fylgjarakortið.[4]
  • 2016 - Eyðun av Reyni hevur sniðgivið og signerað føroysku Kærleikskúluna 2016. Margretha Næs fekk fyrstu kærleikskúluna og varð heiðrað fyri sítt arbeiði við at bera so í bandi, at blindir og sjónveikir føroyingar fingu møguleika at hoyra ljóðbøkur á teirra móðurmáli, hetta arbeiði byrjaði hon í 1980-árunum.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. MBF.fo Ein heiðurlig viðurkenning til Leilu Solmunde, sála - Lívið skal hava litir. (Kærleikskúlan2012)
  2. dugni.fo, Kærleikskúlan 2013 - eitt listarligt jólaprýði
  3. dugni.fo - Kærleikskúlan 2014 - eitt listarligt jólaprýði
  4. "Astri Luihn hevur sniðgivið Kærleikskúluna 2015". Dugni. http://dugni.fo/?p=82&l=fo. Heintað 23. november 2016. 

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]