Hansina Iversen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Hansina Iversen í 2013.

Hansina Iversen (fødd 6. september 1966) er ein føroysk listakvinna. Hon málar litríkar málningar, hon arbeiðir nonfigurativt og granskar tað abstrakta.[1] Hansina hevur havt framsýningar bæði í Føroyum og øðrum londum, eitt nú í Keypmannahavn í Danmark og í Helsinki í Finlandi.[2] Nakrir av hennara málningum hanga fast umborð á Smyrli. Hansina kemur frá einari listariligari familju. Abbi hennara var William Smith og abbasystir hennara var kenda listakvinnan úr Vági Ruth Smith. Í samband við 100 føðingardagin hjá Ruth Smith, varð Hansina boðin suður til Vágs at hava listaframsýning har, meðan Ruth Smith fagnaðurin var.[3] Hansina er útbúgvin innan list í Íslandi og Finlandi.

Egnar framsýningar[rætta | rætta wikitekst]

  • 1994 - The Academy, Høvuðsbygningurin, Helsinki
  • 1994 - The Academy Gallery, Helsinki 1994
  • 1995 - Føroyahúsið, Keypmannahavn 1995
  • 1996 - Finskur/Svenskur Mentanardepil, Hanasaari, Finland
  • 1998, 2003 - Listasavn Føroya, Tórshavn, Føroyar
  • 2001 - Kongaliga Bókasavnið, Listadeildin, Keypmannahavn
  • 2009, 2011 - Listahøllin á Skipasmiðjuni, Heystframsýningin, Tórshavn[4][5]
  • 2011 - Steinprent á Skálatrøð, Tórshavn
  • 2013 - Gallarí Stephanssonshús, Tórshavn[6]
  • 2013 - Framtíðin, Musikkskúlin í Vági, Føroyar

Bókaútgávur um Hansinu Iversen[rætta | rætta wikitekst]

Útbúgvingar[rætta | rætta wikitekst]

  • 1989-93 - The Icelandic College of fine Art and Design, málningalist
  • 1993-94 Academy of fine Art Helsinki, Postgraduate Studies
  • 1994-97 Academy of fine Art Helsinki

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Listinblog.blogspot.dk
  2. Bryggenart.com
  3. Ruthsmithsavn.com
  4. Aktuelt.fo (2009)
  5. Planet.fo Við heystinum kemur Heystframsýningin (2011)
  6. Listinblogg.blogspot.dk
  7. Listinblog.blogspot.dk
  8. Winthereig.blogspot.dk

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]