Ruth Smith

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Sjálvsmynd, 1952, 60x80 cm, Listasavn Føroya.

Ruth Smith, fødd 5. apríl 1913 í Vági, deyð 26. mai 1958, var ein føroyskur málari og teknari.

Ruth Smith telist sum ein tann týdningarmesti koloristurin í føroyskari myndlist. Hóast hennara skeið sum listakvinna varð stutt – hon doyði av einari syndarligari druknivanlukku í 1958, bert 45 ára gomul – kom hon at seta sín dám á málningalistina.

Útbúgving[rætta | rætta wikitekst]

Ruth Smith varð borin í heim í Vági í 1913. Faðir hennara, Johan Smith, doyði, tá Ruth var níggju ára gomul, og sum so mong í somu støðu, noyddust Ruth og systkin hennara longu frá barnsbeini av at taka fyrifallandi arbeiði fyri at hjálpa til heima. Í 1930 fór Ruth Smith til Danmarkar, har hon ætlaði at læra til sjúkrasystir. Hon fekk arbeiði í vaskarínum á Diakonissestiftelsen í Keypmannahavn, men tá ein av sjúklingunum á staðnum sá hennara skitsur, setti hann hana í samband við listakonuna Bizzie Høyer. Ruth gjørdist næmingur á Høyers tegneskole í 1933-34, og í 1936 varð hon upptikin á Kunstakademiets Malerskole, sum næmingur hjá Aksel Jørgensen professara. Hesin Aksel Jørgensen helt nógv um gávurnar hjá Ruth Smith, og skal hava sagt, at hennara sjálvsmyndir vóru millum tær bestu í norðurlendska listarheiminum. Í 1943 varð Ruth Smith liðugt útbúgvin.

Í 1945 giftist Ruth Smith við arkitektinum Poul Morell Nielsen og tey fingu tvey børn, Leif í 1947 og Louis í 1952. Tey búðu í Keypmannahavn og Lemvig í Jútlandi. Tey árini málaði Ruth býarmyndir úr Keypmannahavn og landslagsmyndir av vesturjútsku strondini. Hon var limur í listafelagskøpunum Se og Ringen. Eitt skifti, í 1947-48, málaði Ruth glas á kendu donsku glasverksmiðjuni Holmegaards Glasværk.

Aftur í Føroyum[rætta | rætta wikitekst]

Í 1948 kendi Ruth Smith seg fastkoyrda, og vildi broyta umhvørvi. Árið eftir, fluttu hon og Poul Morell Nielsen við børnunum til Føroya og búsettist í heimbygd hennara, Vági.

Upp gjøgnum fimtiárini málaði og teknaði Ruth fólk og umhvørvið í Vági, og tað er frá hesari tíðini at hon skapti síni høvuðsverk. Serliga sjálvsmyndirnar frá hesum skeiðinum eru framúrskarandi, her tvey dømi, fyrra frá 1955, og seinna – sum kom út á frímerki í 1985 – er frá 1956.


Sum málari var Ruth Smith realistur, sum strembaði eftir at lýsa tað ið eyguni og sinnið sóu. Hennara hond er eirindaleys, stuttar óróligar strikur, sum saman við skugga, ljósið og einum óvanliga góðum eyga fyri litbragdi, skapa livandi myndafløtur. Myndamálið sýnir stundum impressionistiska ávirkan, og litspælið avdúkar ørgrynni av smálutum, sum geva myndunum lív, stundum tungt og ekspressivt, stundum lætt og flákrandi.

Ein pínd listasál[rætta | rætta wikitekst]

Tað liggja ikki nógvar lidnar myndir eftir Ruth Smith. Hon var ikki útvend av sinnið, og bríggjaði seg ikki um at sýna fram. Men eftir hana lógu eitt ørgrynni av skitsum, tekningum og ólidnum málningum ið bera boð um eitt pínt listafólk, altíð ivandi, altíð leitandi eftir tí fullkomna. Lítil ivi man vera um, at hennara innvenda sinnalag gjørdi, at hon í lívinum var heldur ókend – og hon er eitt av teimum fáu føroysku listafólkunum, ið gjørdist kend og umhildin eftir sín deyða.

Í 1957 flutti Ruth Smith út á Nes, uttanfyri Vágsbygd, har hon bygdi eitt atelier. Veturin 1957-58 arbeiddi hon hart við málningunum, eftir hvat sigst, tí at hon óttaðist at missa sjónina, og ávirka av eykandi tunglyndi.

Í mai 1958 endaði lívsskeiðið hjá Ruth Smith orsaka av einari syndarligari druknivanlukku á Vágsfirði. Eftirmæli hennara í føroyskari listasøgu ber boð um ein framúrskarandi kolorist og listafólk, sum ongantíð vann framm á mál, men sum á leiðini skaraði framúr teimum flestu.

Ruth Smith fagnaður í Vági á 100-ára føðingardegnum[rætta | rætta wikitekst]

5. apríl 2013 vóru hundrað ár liðin, síðan Ruth Smith varð borin í heim. Tað varð hátíðarhildið í 6 dagar við "Ruth Smith fagnaði". Bróður hennara William Smith varð eisini fagnaður samstundis.

Myndir frá Ruth Smith fagnaðinum 5. apríl 2013[rætta | rætta wikitekst]

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Kelda[rætta | rætta wikitekst]

Bókmentir[rætta | rætta wikitekst]

  • Dagmar Warming: Ruth Smith : Lív og verk. Tórshavn: Listasavn Føroya, 2007 - ISBN 978-99918-987-0-4 (294 s., 480 Kr.)

Útvortis ávísing[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið