Ruth Smith Savnið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Ruth Smith Savnið er í Gamla Skúla á Vágsvegi 101.
Uttanfyri Ruth Smith Savnið hin 5. apríl 2013, á 100-ára føðingardegnum hjá Ruth Smith

Ruth Smith Savnið er eitt føroyskt savn við listarverkum eftir kendu listakvinnuna Ruth Smith.[1] Ruth Smith Savnið er í Gamla Skúla á Vágsvegi 101 í Vági, har listarkvinnan eisini gekk í skúla sum barn. Á savninum eru oljumálningar og blýantstekningar eftir Ruth Smith. Savnið er opið eftir avtalu við onkran av nevndarlimunum. Tað var áhugafelagið Skálin við Skálá, sum tók stig til at seta á stovn eitt savn við verkum eftir Ruth Smith og William Smith. Skálin við Skálá hevði stovnandi aðalfund 24. november 1988, áðrenn felagið varð sett á stovn, hevði ein áhugabólkur arbeitt við hugskotinum um at seta eitt savn á stovn í eini trý ár. Tveir av stigtakarunum til savnið vóru Jóannes Nolsøe og Maud Benjardøgg. Savnið læt upp í Gamla Skúla í januar 1991, framsýningar hava tó eisini verið í øðrum hølum, t.d. í fimleikarhøllini í Vágs Skúla og í Bovlinghøllini í Vági. Málningarnir sum savnið eigur vóru á framsýning á Ribe Kunstmuseum í Danmark frá januar til mars 2008. Eftir tað blivu málningarnir settir í stand (restaureraðir) av Dorthe Aggerholm, konservator.

Fyrstu viku í apríl 2013 varð 100 ára føðingardagurin hjá Ruth Smith hildin í 6 dagar. Nevndin skipaði fyri Ruth Smith fagnaði, sum byrjaði 1. apríl, sum var 2. páskadagur, í Suðuroyar Musikkskúla í Framtíðini í Vági, har Hansina Iversen hevði listaframsýning, Ljómur sang, talur vóru hildnar og orgultónleikur var á skránni. Hansina er abbadóttir William Smith, Ruth var abbasystir hennara. Framsýningin helt fram alla vikuna, framsýningin í Ruth Smith Savninum varð eisini opin allar dagarnar. Mikudagin varð tiltak í Framtíðini, har Ólavur Jakobsen spældi guitar og Kinna Poulsen helt røðu um listina hjá Ruth Smith. Fríggjadagin 5. apríl, tá tað júst vóru liðin 100 ár, síðan Ruth varð borin í heim, var hátíðarløta við grøvirnar hjá báðum systkjunum, Ruth og William Smith, sum liggja grivin lið um lið í gamla kirkjugarði í Vági, sum er beint við har ið tey vuksu upp, og bert umleið 100 metrar frá Gamla Skúla, har tey bæði gingu í skúla sum børn, og har Ruth Smith Savnið nú heldur til á 1. hædd.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Kunning.fo, Ruth Smith Savnið". http://www.kunning.fo/event.asp?EID=4581. Heintað 2011-04-30. 

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið