Bárður Jákupsson

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Bárður Jákupsson er føddur 23. desember 1943 í Tórshavn og er føroyskur listamálari og rithøvundur.

Bárður varð føddur í Havn í 1943, hann er sonur kenda føroyska rithøvundan Heðin Brú (Hans Jacob Jacobsen) og Katrinu Malenu Dalsgaard. Í 1967 giftist hann við Kristin Hervør Lützen frá Gjógv. Tey búgva í Hoyvík og eiga tríggjar synir: Róaldur (1974), Sveinur (1976) og Heðin (1980).

Hann lærdi til lærara og eftir tað gekk hann á listaskúlanum Kunstakademiet í Keypmannahavn 1970-1972. Síðan gjørdist hann lærari á Føroya Fólkaháskúla, og frá 1975-89 var hann leiðari á Listaskálanum í Havn, frá 1989 til 2003 var hann stjóri á Listasavni Føroya.

Sum rithøvundur skrivar hann serliga um føroyska list. Hann hevur verið fyrilestraferðir í Danmark, Svøríki, Álandi, Finlandi og Grønlandi. Hann var ritstjóri á tíðarritinum “Mondul” (Føroya Fornminnissavn útg.) 1975-1991, hevur skrivað mangar greinar um siðsøgulig evni í Mondli; Fyrireikað og lagt til rættis 15 siðsøguligar framsýningar um føroysk evni, m.a. í Smithsonian Institute, Washington DC og Seattle 1976, “Færøerne i Fokus”, Forum Kph. 1986 og “Färöarna på Skansen”, Stokkhólmi 1988. Hann var eðarbeiðari við “Hunters of the North” (Veiðimentan í Útnorðri), Norðurlandahúsið o.fl. 2002. Í 2005 var hann kurator við “TransForm” (íslendsk-grønlendsk-føroysk sniðgeving) á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn í 2005. Hann var meðarbeiðari við Weilbachs Kunstnerleksikon 1994-2000. Í 2001-02 stóð hann fyri sjónvarpsrøð í 11 pørtum um føroyska myndlist.

Verk[rætta | rætta wikitekst]

Hevur harumframt skrivað eina langa røð av greinum í tíðarrit, myndaskráir, yvirlitsverk, listafrøðisbøkur o.t. um føroyska list;

Myndprýðingar[rætta | rætta wikitekst]

Bóka- og veggjaprýði vm.[rætta | rætta wikitekst]

Myndskrýtt rættiliga nógvar bøkur:

  • Snæbjørn og Óli Jarnheysur, Bókagarður 1974
  • Litflora, Føroya Fróðskaparfelag, 1980
  • Teknað 24 frímerkjarøðir fyri Postverk Føroya

Prýðing av rúmum, bygningum vm.[rætta | rætta wikitekst]

  • Landssjúkrahúsið (barnadeildin)
  • Føroya Handilsskúli
  • Lágargarður
  • Fróðskaparsetur Føroya
  • Dronningens Ferieby, Grenå DK (Statens Kunstfond)
  • Østre Landsret, Keypmannahavn
  • Norrøna (Smyril Line)

Senografi[rætta | rætta wikitekst]

Senografi til ballettina Harra Pætur og Elinborg, Íslendska Ballettin.

Heiður[rætta | rætta wikitekst]

Bókmentir um Bárður Jákupsson[rætta | rætta wikitekst]

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Keldur[rætta | rætta wikitekst]