Rannvá Kunoy

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Rannvá Kunoy (fødd 1975) er ein føroysk listakvinna úr Tórshavn, hon er listamálari og arbeiðir eisini við steinprenti.[1] Hon nam sær listarliga útbúgving á Royal College of Art, London í 2001, har hon hevur búð síðan.[2] Í 2015 keypti Saatchy Gallery fimm málningar frá Rannvá Kunoy.[2] Í 2004 fekk Rannvá 3 ára starvsløn frá Mentanargrunni Landsins.

Framsýningar[rætta | rætta wikitekst]

  • 2015 Centre PasqueArt, Biel, Sveis[3]
  • 2010 Norðurlandahúsið, Tórshavn, Føroyar
  • 2007 Galerie Diana Stigter, Amsterdam, Niðurlond

Starvslønir o.a.[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. [hhttp://www.steinprent.com/Steinprent.com/Rannva_Kunoy.html steinprent.com], Rannvá Kunoy.
  2. 2.0 2.1 Dimmalætting 22. mai 2015, síða 22-23. Føroysk listasensatión í London.
  3. pasquart.ch, Rannva Kunoy.