Lisbeth Nebelong

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Lisbeth Nebelong
er eitt menniskja
Fødd(ur) 1955 í/á Keypmannahavn
Starv journalistur, høvundur
Mál danskt mál
Dátuheiti
VIAF 307261644
Commons Lisbeth Nebelong
Lisbeth Nebelong lesur úr skaldsøgu síni "Møde i mol" í Pubbini á Tvøroyri í oktober 2014.

Lisbeth Nebelong (fødd 1955 í Keypmannahavn) er ein donsk blaðkvinna, rithøvundur, merkonom og Master of Public Management. Hon hevur tilknýti til Føroyar við tað at hon í barna- og ungdómsárum búði í Føroyum í nøkur ár við familju síni. Tá hon skrivaði sína fyrstu skaldsøgu var tað við íblástri frá ungdómstíðini í Føroyum. Skaldsøgan, sum kom út í 2003, eitur Når engle synger Mozart. Fimm ár seinni kom skaldsøgan Færøblues, sum eisini gongur fyri seg í Føroyum og er framhald av tí fyrru. Triðja bókin í Føroya-trilogi hennara kom út í 2014.[1] Umframt skaldsøgurnar hevur hon eisini givið bøkur út um búskap og ferðing, hon hevur eitt nú skrivað Turen går til Færøerne, sum Politikens Forlag hevur givið út.[2]

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

Skaldsøgur[rætta | rætta wikitekst]

  • 2016 - Færø blues trilogien - Når engle spiller Mozart, Færø blues - drengen med celloen, Møde i mol, Hovedland, 703 síður.[3]
  • 2014 - Møde i mol, Hovedland, 215 síður[4]
  • 2008 - Færøblues, Hovedland, 399 síður.[5]
  • 2003 - Når engle spiller Mozart, elkjaeroghansen, 296 síður.[6]

Aðrar bøkur og útgávur[rætta | rætta wikitekst]

  • Sund økonomi - sådan, 2009
  • Råd til at leve, 2004
  • Sund økonomi - flere penge, mere frihed, 2000
  • Bedre råd - en håndbog om økonomi for kvinder, samman við Vibeke Abel, 1996
  • jeg gifter mig kun én gang, skrivað saman við øðrum, 1996
  • Pas på pengene i parforholdet, 1994
  • På spanden - håndbog for pengeløse, 1993
  • Penge - vejen til god økonomi og bedre livskvalitet, 1992

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Kvinfo.dk - Lisbeth Nebelong
  2. Saxo.com, Lisbeth Nebelong
  3. saxo.dk - Færø blues trilogien - Når engle spiller Mozart, Færø blues - drengen med celloen, Møde i mol
  4. fohus.dk[deyð leinkja]
  5. litteratursiden.dk - Færøblues af Lisbeth Nebelong
  6. litteratursiden.dk - Når engle spiller Mozart af Lisbeth Nebelong

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]